Ódn: Nú eru 50 metrar um sekundið í Suðuroy

Bæði Bygdaleiðir og Atlantsflog boða frá avlýsingum og seinkingum í dag

 

Veðrið í dag stendur við og versnar og nú eru væl yvir 30 metrar um sekundið nógvastaðni kring landið.

 

Landsverk upplýsir, at í Klaksvík er upp í 36,7 metrar um sekundið í hvirlunum og á Gjáarskarði er hann 37,4 metur um sekundið.

 

Á Heltnini á Oyndafjarðarvegnum er hann heilt upp í 44,3 metrar um sekundið.

 

Nógvastaðni í miðstaðarøkinum og á Sandi, er eisini væl yvir 30 metrar um sekundið.

 

Harðast leikar á í Suðuroy. Á Porkerishálsi er hann 36,6 metrar um sekundið í Hvirlunum, men á Ørðaskarð á Fámjinsvegnum, er hann heilt upp í 50.8 metrar um sekundið í hvirlunum

 

Tann nógvi vindurin órógvar eisini samferðsluna, bæði á landi og í luftini.

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra ikki og tað ger rutan ímillum Skálabotn og Oyndafjørð heldur ikki.

 

Atlantsflog sigur, at sum støðan er nú, er ein flúgvari úr Føroyum og ein flúgvari til Føroya, avlýstir, men fleiri aðrir eru seinkaðir.