Øðrvísi um menn vóru við barn...

Seinastu dagarnar hevur fosturtøka í Før­oy­um verið á breddanum í Danmark, har pol­it­ik­arar øtast um konservativu fost­ur­tøku­lóg­ina í Før­oyum, sum tey halda vera brot á mann­a­rætt­indi hjá kvinnum í Før­oy­um.

Tað byrjaði við, at nýggi lands­stýr­is­mað­ur­in í almannamálum, Sólvit Nolsø úr Fólka­flokk­i­num, segði við Danmarks Radio, at hann vildi hava kjak um føroysku fost­ur­tøk­una, um hvørt hon skuldi broytast ella ikki. Hann segði tó einki um, hvørt hon skuldi ger­ast strang­ari, sum sterkar konservativar kreft­ir í sam­gongu virka fyri, ella um hon skuldi gerast fríari, so sum næstan eingin í Løg­ting­i­num torir at siga.

Á summum økjum eru føroyingar rætt­iliga kon­servativir – ella kanska tað er okk­urt annað sum ger, at politikarar ikki tora at nerta ávís mál. Eitt slíkt mál er fost­ur­tøku­lóg­in, sum er ein gomul leivd fra fimm­ti­ár­u­num. Ann­að er rúsdrekkalógin, sum var sera strong og ikki varð broytt fyrr enn í 1992, tá vit fingu skeinki­loyvi og einkarsølu við rús­drekka í Før­oy­um, sum hevði verið bann­að síð­ani 1908.

Og so vóru tað tey samkyndu. Føroyskir pol­­i­tik­arar vildu í mong ár ikki viðganga, at sam­kynd fólk vóru í Føroyum. 

– Hvar eru tey samkyndu? Eg kenni ong­an samkyndan í Føroyum, segði ein løg­tings­mað­ur á tingsins røðarapalli fyri ikki so nógv­um árum síðani.

Men nú hava tingfólk vant seg við tankan um, at samkynd fólk eru í Føroyum, og at tey als ikki eru so vandamikil, sum fleiri tingfólk í ára­vís hava roynt at trúttað – og sjálvt um vit hava ein meiriluta á tingi, sum undan sein­asta løgtingsvali segði seg vera ímóti øll­um rætt­ind­um til samkynd – og sjálvt um fleiri ting­menn lovaðu, at hjúnarbandslógin skuldi rull­ast aftur, so hendi tað ikki. Og tað eru ikki pol­it­ikarar uttan týdning, sum lov­aðu tað, tað vóru menn, sum sita í hægstu sess­um í sam­gong­uni á tingi og í landsstýri.

Tað merkir helst, at teir eru við at venja seg við tank­an um, at samkynd fólk eru sum onn­ur og eiga at hava rættindi sum onnur.

Á sama hátt verður kanska við fost­ur­tøk­u­lóg­ini. Men her er so tann munur, at tað bara eru kvinnur sum gerast við barn. Tí halda menn ikki hetta hava so stóran týdn­ing við at ráða yvir egnum kroppi – og mangan er talan um kvinn­ur í støðuni, ið ikki eru væl fyri at rópa upp um rættindi. Vóru menn við barn, so var fost­ur­tøku­lógin í Før­oy­um langt­síð­ani broytt. Men hvør veit, kanska ráð­andi menninir venja seg við tankan um, at frælsari fost­ur­tøku­lóg eisini verður í Føroyum?