Tað var øðrvísi móttøka, ið amerikanska herskipið USS McCloy fekk í 1987, og sum amerikanski kjarnorkurikni kavbáturin í Nólsoyarfirði fekk í dag.
– Hatta eru okkara vinir. Teir sum verja okkum, segði Jenis av Rana um kjarnorkurikna kavbátin, sum var komin í Nólsoyarfjørð at skifta manning.
Mikið rok var á molanum í Havn hósmorgunin 7. juli í 1987, tá stóra amerikanska herskipið USS McCloy legði at bryggju á molanum.
Illgruni var um, at skipið hevði kjarnorkuvápn umborð, og tað førdi til stór mótmæli. Felagsskapurin Fólk fyri Friði skipaði fyri mótmælistiltaki úti á molanum, og tað kom til smávegis samanbrestir millum mótmælisfólk og fólk frá donsku sjóverjuni, sum hjálptu skipinum at leggja at bryggju á molanum.
Eisini landsstýrið mótmælti. Atli Dam, løgmaður, var burturstaddur, so Jógvan Durhuus, varaløgmaður, sat við borðendan í Tinganesi.
Sosialurin skrivar eftir hendingina, at hóast landsstýrið hevur sagt donsku ríkismyndugleikunum frá, at USS McCloy er óynskt í føroyskum sjógvi, tá vissa ikki kann fáast fyri, at kjarnorkuvápn eru umborð, liggur skipið nú við bryggju í Havn.
##med2##
Landsstýrið vendi sær tí aftur til ríkismyndugleikarnar og bað um eina frágreiðing um, hví føroyingar ikki verða gingnir á møti. Tá ríkismyndugleikarnir ikki hirdu at svara, helt landsstýrið fund fríggjamorgunin um, hvat nú skuldi gerast.
Her var samtykt at senda eitt nýtt skriv til ríkismyndugleikarnar, har kravt verður, at skipið fer úr føroyskum sjógvi í stundini.
Samgongumeirilutin í marknaðarnevndini stuðlaði landsstýrinum. Nevndin hevur sent skriv til ríkismyndugleikarnar, har sagt verður, at nevndin harmast, at løgtingssamtyktin um Føroyar sum kjarnorkufrítt øki ikki verður vird.
Men friðarfelagsfelagsskapurin Fólk fyri Friði hildu ikki, at landsstýrið gjørdi nóg mikið. Felagið segði, at tey halda tað vera gott at landsstýrið hevur skrivað til ríkismyndugleikarnar og mótmælt, at McCloy er í Føroyum. Men tey halda, at landsstýrið átti at nýtt tann møguleika, tað hevur, fyri býráðnum í Havn og havnarmyndugleikunum soleiðis, at skipið als ikki skuldi sloppið at bryggju.
– Men Hjalgrím Hilduberg, fulltrúi í landsstýrinum, sigur við Sosialin, at landssstýrið ikki kann blanda seg upp í, hvør fær kaipláss í Havn. Tað er ein kommunalur spurningur.
Løgtingið kundi gjørt eina samtykt um, at skipið ikki skuldi fingið kaipláss. Men Jógvan Durhuus heldur ikki, at tað hevði verið rætt at nýtt hendan framferðarháttin.
– Vit hava valt at brúka røttu myndugleikarnar fyri at fáa at vita, um skipið hevur kjarnorkuvápn umborð, og nú til at fáa tað úr føroyskum sjógvi, sigur Jógvan Durhuus, varaløgmaður, við Sosialin 11. juli 1987.
Hann heldur fram, at meiningin má vera at fáa danir at virða okkara løgtingssamtytkir, og at svara føroyingum aftur, tá teir verða spurdir.
---
Øðrvísi er støðan í dag. Eingin mótmælir, at ein kjarnorkurikin amerikanskur kavbátur vitjar í Nólsoyarfirði, og eingin hugsar um somu løgtingssamtyktir um Føroyar sum kjarnorkufrítt øki, sum harvið kunnu vera brotnar.
– Teir eru okkara vinir, sigur uttanríkisráðharri okkara.
Hóast bløðini tá í tíðini fleiri ferðir skriva um samtyktirnar sum »Føroyar sum kjarnorkufrítt øki«, so er rætta orðingin helst »Føroyar sum kjarnorkuVÁPNAfrítt øki«. Men hevur kavbáturin í Nólsoyarfirði kjarnorkuvápn umborð, so er tað brot á løgtingssamtyktirnar, at hann er í føroyskum sjóøki.
Í 1987 bar ikki til at fáa at vita, um USS McCloy hevði kjarnorkuvápn umborð ella ikki. Tí vildi landsstýrið ikki hava skipið í føroyskan sjógv.
Neyvan hevur nakar spurt amerikanarar, um kavbáturin í Nólsoyarfirði hevur kjarnorkuvápn umborð.