Tað er framhaldandi ein rættiig ísbrúgv millum Ukraina og Russland, nú samráðingar eru í Istanbul í dag, og henda ísbrúgvin er ikki minni, eftir ógvusliga ukrainska dronuálopið í gjár á fleiri hernaðarflogvallir í Russlandi.
Norski verjuserfrøðingurin, Tom Røseth, sigur við Verdens Gang, at ukrainska álopið dagin fyri samráðingarnar styrkir sjálvsálitið hjá Ukraina - og økir um trýstið á Russland.
Hvørki Tom Røseth ella norski professarin í statsvísindi, Hilmar Mjelde, hava stóra tiltrúgv til, at nøkur serlig framstig verða gjørd í einari ætlaðari friðartilgongd í Ukraina.
Hilmar Mjelde heldur, at amerikanski forsetin, Donald Trump, tekur frástøðu frá samráðingunum, tí hann sær, at alt prát higartil um vápnahvíld og frið higartil hevur verið ein fiasko.
##med2##
- Hetta er eitt spennandi útgangsstøðið fyri samráðingunum. Russland vil jú gjarna hava bardagar, samstundis sum vápnahvíldarsamráðingar eru - og nú hava russar fingið tað, heldur norski verjuserfrøðingurin.
Lesið eisini:
Zelenskyj vann stóran sigur á Putin - https://www.in.fo/news-detail/i-dag-vann-zelenskyj-ein-storan-sigur-a-putin