Øl er gott fyri fótbóltsspælarar

Tað heldur virdur lækni við sergrein innan ítrótt.

Flestu ítróttarfólk halda seg fullkomiliga burtur frá alkoholi meðan kappingarnar standa á, men nú vísir tað seg, at tað hóast alt kanska er skilagott at fáa sær eina kalda inn ímillum. Tað sigur læknin hjá italska fótbóltslandsliðnum, Luca Gatteschi, í samrøðu við La Gazzetta dello Sport.


- Øl er meiri ein meiri fullkomin orkukelda enn nøkur onnur. Tað minkar ikki einans um stress, men tað hevur eisini positivar virkningar eftirsum tað er minni sukur í og inniheldur týðandi mongd av magnesium, fosfor, calcium og B-vitaminum, sigur Gatteschi og heldur fram:


- Ein rímilig mongd av øl er meiri effektivt enn nakað annað orkuískoyti, tí tað er meiri fevnandi og hjálpir ímóti dehydrering. Tað finnnast prógv frá kanningum um, at ein hóskandi inntøka av øli eisini er gott fyri tey við sukursjúku og hjartatrupulleikum, sigur hann.


Hann leggur tó afturat, at tað er best at halda seg frá øli, sum er sterkari enn 4%.


Luca Gatteschi, sum hevur nomið sær sergrein innan læknavísindi í ítrótti, var saman við Italia við til at vinna HM í 2006 og hevur síðani 2008 verið høvuðslækni í hópinum. Harumframt undirvísir hann eisini í italska fótbóltssambandinum og á A- og B-venjaraútbúgvingunum hjá UEFA.