Øll almenn størv seljast á uppboðsølu

- Eg kann ikki hugsað mær skilið, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

Skulu øll almenn arbeiðsláss í Føroyum seljast á uppboðssølu við jøvnum millumbili?

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna, sigur, at hon kann ikki lata vera við at spyrja.

 

Hon vísir á, at fleiri politikarar tvíhalda um, at tað einasta rætta er, at arbeiðsplássini á sjónum verða seld á uppboðssølu við jøvnum millumbili.

 

Tað, hon sipar til, er, at í samband við eina nýggja fiskivinnuskipan, vilja nógvir politikarar hava eina skipan, har fiskirættindi verða seld á uppboði við jøvnum millumbili.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spyr, um tað so ikki eisini er rætt at seta eina slíka skipan í verk á landi.

 

Hon sigur, at hon kann ikki lata vera við at nevna eitt samdømi, tá ið nógv vilja hava arbeiðsplássini í fiskivinnuni á uppboðssølu.

 

- Skulu so eisini  øll almenn arbeiðspláss seljast á uppboðssølu við jøvnum millumbilum, spyr hon

 

- Soleiðis kundi okkara ungdómur, sum búleikast í øðrum londum, eisini havt sama møguleika til hesi almennu størvini. Vit kundu fingið tey heimaaftur, nýútbúgvin, við nýggjum hugsanum og kanska betri próvtølum. 

 

- Tey, sum sita í hesum størvum nú, kundu so bara leita  sær eftir  øðrum størvum aðrastaðni.

 

- Hví skuldu tey eisini sitið har fyri lívstíð, tá ið onnur eru, sum eru betri skikkað, og sum fegin vilja, men sum ikki sleppa?

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir heldur, at øll almenn leigumál kundu eisini  verið seld á uppboðssølu.

 

Í hesum sambandi væntar hon, at fleiri  av almennu leigumálunum í høvuðsstaðnum kundu fingist fyri hálvan prís uttanfyri høvuðsstaðin. Men Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at  hon kann ætlað skilið, ið tá hevði verið.

 

- Tá høvdu vit sæð mótmælisgongur, sum ongantíð áður og sendingar og samrøður í miðlunum. Føstu tryggu størvini við góðari pensión skuldu knappliga útlutast. Tað hevði verið ótryggleiki sum vildi nakað. 

 

Men hennara áskoðan er, at tað er júst hetta, nógv ætla at gera við okkara fiskivinnu, okkara høvuðsvinnu.  

 

Les meiri um hetta við at trýsta HER