Eingin væntaði, at tað beinanvegin skuldi ganga væl á fiskavirkjunum í Skopun og á Sandi, tí fólkið hevur ikki arbeitt í fleiri ár, og maskinurnar hava staðið stillar.
- Her gongur alt nógv betur, enn nakar tordi at vænta, sigur Martin Hentze, leiðari á báðum virkjunum.
Bæði virkini eru undir einum. Virkið í Skopun tekur ímóti, og har verður fiskurin flaktur og skorin til flak. Á Sandi arbeiða tey saltfisk.
Enn koyrir bara ein linja í Skopun, men seinni í vikuni fer væntandi at bera til at koyra við tveimum. Tað er frystiorkan, sum enn er ov lítil.
Higartil hevur Sandoy Seefood bara tikið ímóti útróðrarfiski frá bátunum í oynni, men í gjár var Eysturbúgvin og landaði á Sandi. Hann hevði 80.000 pund, og Ingibjørg legði 20.000 pund upp í Skopun. - Tað er góður upsi, sigur Martin Hentze.
Verður meira arbeiði
Í Skopun vóru í gjár næstan 40 fólk til arbeiðis, og á Sandi 18. Tá hin linjan í Skopun eisini fer at koyra, kunnu eini 20 fólk sleppa til arbeiðis aftrat.
Martin Hentze væntar, at bátarnir í oynni fara at halda fram við at landa til teirra, tí útróðrarmenninir hava eisini áhuga í, at væl av arbeiði skal vera á virkjunum, tí harvið verða tvær inntøkur í húsunum.
Og millum fólkið skortan viljin ikki at fáa fyritøkuna at ganga.
- Fólk eru glað og takksom, og tey arbeiða, sum eg veit ikki hvat á báðum virkjunum, sigur Martin.
Ikki mist royndirnar
Fleiri av flakakvinnunum eru royndar, og sjálvt um einki arbeiði hevur verið í fleiri ár, eru tær líka fermar sum tá. Onkrar nýggjar eru, men tær koma skjótt eftir tí.
- Øll dríva á, og skjótt gekk eisini at landa Eysturbúgvan, sigur Martin.
Hann hevur ikki upplivað, at nakar bar seg undan at koma til arbeiðis.
Øll vilja arbeiða
- Øll, sum vóru biðin, komu, og hini harmast, men tað verður arbeiði til fleiri.
Martin nevnir eitt dømi um, hvussu spent fólk hava verið eftir at fingið arbeiði.
Tá tey hava frætt, at fólk eru biðin til arbeiðis, hava fleiri ringt og spurt, um eisini mundi vera arbeiði til teirra, tí tey høvdu ikki verið inni.
- Øll arbeiða við lív og sál, og fólkið hugsar sum so, at tað skal bera til, og gongur tað ikki, skal tað í hvussu er ikki vera teirra skyld, sigur Martin Hentze.