Øll føroyingaliðini í Bundesliguni vunnu

Liðini hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Hákuni West av Teigum

Føroyingaliðini í bestu týsku hondbóltsdeildini, THW Kiel, Füchse Berlin og Hannover-Burgdorf fingu øll fulla úrtøku.

 

Í kvøld vunnu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tepran 28-27 sigur á Rhein-Neckar Löwen í Mannheim. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-12. Eric Johansson skoraði sigursmálið í seinasta sekundinum av dystinum. 

 

Elias skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál (assist). 

 

Kiel er fjórðfremst í deildini við 30 stigum. 

 

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu í kvøld stórsigur 41-27 í útidystinum móti Wetzlar. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 21-13. Hákun skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir. 

 

Füchse Berlin er næstfremst í deildini við 32 stigum. Magdeburg er greitt oddalið við 38 stigum.

 

Ígjár vann liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf á útivølli 30-29 (12-11) á Erlangen.

 

Hannover er nummar níggju í deildini við 20 stigum.