Øll fýra dekkini skulu vera líka

Tað er ikki loyvt at hava tvey sokallað heilársdekk og tvey summardekk undir bilinum. Ein kunngerð frá 1995 ásetir, at øll dekkini skulu vera eins

? Tað er beinleiðis ólógligt at seta tvey heilársdekk og tvey summardekk undir bilin!

Hetta sigur Fríðrikur Bláhamar, dekksølumaður í Havn. Hetta sigur hann, tí hann hevur ta fatan, at als ikki vita, at so er.

? Øll vita, at tað er ólógligt at seta tvey píkadekk og tvey summardekk undir bilin. Men vit koma ofta út fyri, at fólk vilja hava tvey av teimum sokallaðu heilársdekkunum - lammelldekkununum - og tvey summardekk undir bilin. Men at hetta er líka so ólógligt, tað vita fólk ikki, sigur Fríðrikur Bláhamar.

Hann hevur tí kannað hetta málið, og hevur í tí sambandi biðið um eitt notat frá Sigmundi Poulsen, advokati.

Sigmund Poulsen hevur svarað Fríðriki Bláhamar, at í grein 10 í ferðslulógini er m. a. ásett, at landsstýrið kann gera nærri reglur fyri tilgerð, útgerð og tilhoyr til akfør. Eisini er ásett, at landsstyrið kann seta í gildi tær stakfyriskipanir á hesum øki, sumeru galdandi í Danmark.

? Og landsstýrið hevur við hesi lógarheimild gjørt eina kunngerð um tilgerð og útgerð v. m. á akførum, sigur Fríðrikur Bláhamar. ? Henda kungerð er nr. 105 frá 21.06.1995.

Í hesi kunngerð er ásett í §42, at tær donsku stakfyriskipanirnar, t. e. »Detailforskrifter for køretøjer« eru galdandi í Føroyum.

Tann nýggjasta danska stakfyriskipanin er frá 1997. Í henni er m. a. ásett um dekk, at persónbilur »?skal være forsynet med dæk af samme type på alle hjul«.

Tað sæst eisini hvat hetta merkir.

? Í stakfyriskipanini (nr. 8.02.002 (6)) er ásett, hvussu orðið »type« skal skiljast, sigur Fríðrikur Bláhamar.

? »Type« er at skilja sum radialdekk ella diagonaldekk. Eisini er »type« at skilja sum vanligt dekk, vetrardekk ella dekk til fyribils nýtslu (eykahjól).

Greiða niðurstøðan hjá Sigmundi Poulsen er tí, at persónbilur skal hava sama slag dekk á øllum hjálum, soleiðis at øll dekkini skulu vera antin radial- ella diagonaldekk, og øll dekkini skulu vera vetrardekk (við M+S merking) ella skulu øll vera vanlig dekk (uttan M+S merking).