Øll gerast ríkari av at lesa góðar bøkur

- Tað er vorðið heldur longri millum bøkurnar, nú telefonin er vorðin stóri tíðartjóvurin, sigur Steintór Rasmussen.

 

Lesur tú føroyskar bøkur?  

- Jú, eg lesi føroyskar bøkur, og eg havi eisini roynt at koma runt í tí nógva, sum er útkomið hesi seinnu árini. Tó má eg viðganga, at tað er vorðið heldur longri millum bøkurnar, nú telefonin er vorðin stóri tíðartjóvurin. 

Tað sigur Steintór Rasmussen.

Hann vísir á, at næsta bókin, sum hann heilt víst fer at lesa, er krimisøgan LYGN, sum Eyðun Klakstein hevur skrivað.

- Tað er so sætt, sum tað er sagt, sigur hann brosandi.

Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú?   

- Á náttborðinum havi eg liggjandi áhugaverdu bókina hjá Yuval Noah Harari, 21 Lessons for the 21st Century og sjálvævisøguna hjá festivalfyriskiparanum, Lars Charlie, Vejen til Jelling. Báðar hesar bøkurnar eru lærurík søga og hugfangandi lesnaður. 

Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?    

- Eg plagi at fáa onkra góða bók í jólagávu, og eg vóni, at soleiðis verður eisini í ár. Øll gerast vit ríkari av at lesa góðar bøkur, sigur Steintór Rasmussen.