Aftur í ár skipar Granskingarráðið fyri Vísindavøku. Tiltakið verður fríggjadagin 25. september í Granskarasetrinum iNOVA.
Sum undanfarin ár verða allir granskingarstovnarnir í Føroyum við í tiltakinum, sum hevur til endamáls at kveikja áhugan fyri gransking og vísa, hvat fyri ferst á granskingarøkinum.
Nógv spennandi tiltøk verða til allar sansir. Framsýningar, stuttar framløgur um ymisk evni, spurnakappingar og samvirkin tiltøk, har tey vitjandi sleppa at síggja, nerta við, spyrja og hoyra um gransking.
Um kvøldið verður kvøldartiltak við onkrum leskiligum, undirhaldi og handan av ársins miðlaheiðursløn.
Vísindavøkan er opin fyri øll, tó at tað krevst tilmelding til fyrilestrarnar fyrrapart. Skráin fyri fyrilestrarnar og upplýsingar um tilmelding verða almannakunngjørd um miðjan august.
Tiltøkini verða frá morgni og til umleið klokkan 22, og øll tiltøk eru ókeypis.
- Í ár hava fara vit í samstarvi við Sosialin at gera eitt serligt temablað um Vísindavøkuna og um gransking. Blaðið verður borið í hvørt hús mikudagin 16. september, siga tey, sum standa aftanfyri Vísindavøkuna.