Nýskipanarnevndin, ið fór til verka í septembur mánað og hevur latið sítt fyrsta tilmæli, fer framhaldandi at viðgera og mæla til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum.
Ætlanin er, at nevndin leypandi skal koma við tilmælum til politisku skipanina um nýskipanir.
Longu nú hevur nevndin fingið nógvar áheitanir frá fólki, ið hava hugskot til hvussu langtíðarhaldførið kann styrkjast.
Tað er týdningarmikið, at tey í almennu skipanini ella í samfelagnum annars, ið sita inni við einari vitan ella hava hugskot til nýskipanir kunnu koma við sínum íkasti.
Tí ber nú til at geva Nýskipanarnevndini uppskot til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum. Hetta kann gerast á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni:
www.lms.fo/fo/arbeidsoeki/stjornarsamskipan/nyskipanarnevndin











