Øll nevndin afturvald

Á aðalfundi 16. apríl varð nevndin hjá Amnesty International Føroya Deild afturvald saman við tveimum nýggjum tiltakslimum.

 

Á aðalfundi 16. apríl varð nevndin hjá Amnesty International Føroya Deild afturvald saman við tveimum nýggjum tiltakslimum. 

 

Tráin P. Nónklett og Kristina Clementsen tóku ikki við afturvali sum tiltakslimir, og í teirra stað komu Lilja Luid og Pætur á Borg. 

 

Týskvøldið 28. apríl hevði nevndin sín fyrsta fund og hevur skipað seg soleiðis

Eyðgerð Mørkøre Kruse, forkvinna

Bergur A. Dalsgarð, næstformaður

Guðrið Poulsen, kassameistari

Katrin D. Apol, nevndarlimur

Lív Patursson, nevndarlimur

Lilja Luid, tiltakslimur

Pætur á Borg, tiltakslimur.

 

- Í hesum nevndarskeiði fara vit millum annað at arbeiða fyri at fáa Revsilógina og ásetingarnar um neyðtøkur dagførdar, framhaldandi arbeiða fyri, at øll børn í Føroyum kenna síni rættindi og virka fyri, at tilvitan um menniskjarættindi og brot á menniskjarættindi úti í heimi eisini eru á breddanum í Føroyum, sigur Eyðgerð Mørkøre Kruse, sum varð afturvald sum forkvinna fyri Amnesty International Føroya Deild.

 

Arbeiðið hjá Amnesty verður skipað soleiðis, at ein sjálvboðin nevnd hevur evstu ábyrgd og setur út í kortið ætlanir fyri, hvat deildin skal arbeiða við. Hetta arbeiði byggir á eina størri altjóða ætlan, sum allur felagsskapurin leggur annaðhvørt ár á altjóða aðalfundi.

 

Frá 7. til 11. august í ár verður altjóða aðalfundur í Dublin, og tá fara fýra umboð fyri Føroya Deild saman við umboðum frá øllum deildunum hjá Amnesty at viðgera átrokandi evni og raðfestingar í altjóða ætlanina fyri næstu árini.