Øll tosa um veðrið - Pauli ger nakað við tað!

Konsertin hjá Føroya Symfoniorkestri sunnudagin var tann 34. í røðini. Sostatt kann sigast, at Symfoniorkestrið rættiliga er vorðin ein hornasteinur í føroyskum mentunarlívi, sum ikki er at koma uttanum. Ikki minst hava fólk tikið tær afturvendandi nýggjárskonsertirnar til sín, sum eisini plaga at verða sendar í útvarpinum og sjónvarpinum. Fitt av fólki var eisini komið í Norðurlandahúsið hendan dagin. Síðani orkestrið varð stovnað, hava tey altíð lagt seg eftir at havt eina fjøltáttaða skrá. Eitt slag av tónleikauppaling, kundi ein kanska sagt, tí á henda hátt fáa fólk jú fleiri sløg av klassiskum tónleiki í senn - og enntá við sama atgongumerki.

 


Tónleikur til tíðina

Men Føroya Symfoniorkestur hevur tó ikki bert eitt musikalskt árin á føroyingar - ein skal eisini møta í góðari tíð, sum ikki er tiltikið ?føroyskt?. Tá konsertin er byrjað, sleppa fólk nevniliga ikki inn í konserthøllina, men mugu bíða uttan fyri í gongini, til stykkið er liðugt, til fyrimuns fyri tey, ið eru møtt til ta lýstu tíðina.

Lagt varð fyri við verkinum ?Gurre?, eftir danska tónaskaldið, C.F.E. Hornemann, ið livdi frá 1840 til 1906. Hornemann var í síni samtíð væl kendur í tí donsku tónleikaverðini og varð mettur at vera nýskapandi. Enn er hann so heldur ikki heilt gloymdur. Hornemann gjørdi viðhvørt musikk til verk hjá Holger Drachmann, og er ?Gurre? tónleikur til sjónleik hjá honum.


Føroysk frumframførsla

Tað, ið kortini mundi vera mest forkunnugt og spennandi hjá áhoyrarunum í Norðurlandahúsinum sunnudagin, mundi vera frumframførslan av verkinum ?Showery Weather? hjá Paula í Sandagerði. Pauli, sum er føddur í 1955, hevur í nógv ár gjørt vart við seg sum tónaskald, og hevur ofta latið verk úr hondum, sum hava verið rættiliga eksperimenterandi, men segði undan hesari frumframførsluni, at her fór eitt sindur av ?musikki? at vera at finna. Hesum kundu tey lurtandi eisini geva komponistinum rætt í. Ælaveður, sum verkið eisini verður nevnt, er rættiliga melodiøst og yndisligt, eins og tað harðbalna eisini slapp upp í part - í Føroyum kann veðrið jú sum kunnugt vera skiftandi, og tað hevur Pauli funnið út av og enntá megnað at endurskapað og tulkað í hesum nýggja verkinum hjá sær.

Lógvabrestirnir vóru nógvir eftir framførsluna og sum heild lótu fólk í steðginum væl at. M.a. varð sagt, at tónaskaldið hevði dugað væl at funnið javnvágina millum tað, sum kann kallast modernað, líkatil, vælljómandi og mjúkt.


Stamen Stantchev

Ikki minst átti klaversolisturin Stamen Stantchev sín lut í, at konsertin eydnaðist so væl, sum hon gjørdi. Hóast Ælaveður ikki er ein klaverkonsert burturav, ?spælir? verkið nógv upp á streingirnar á hesum ljóðføri, og hesi uppgávuni kom hann væl frá. Stamen, sum er ættaður úr Bulgaria og hevur klassiska konservatoriumútbúgving, býr í Føroyum og er lærari í Tórshavnar Musikkskúla.

Frá Paula í Sandagerði varð farið til tann gamla kenningin, Ludwig van Beethoven. Enn eitt dømi um skrápolitikkin hjá Symfoniorkestrinum, hvussu væl tey duga at blanda nýtt og gott gamalt. Hesaferð var tað tann sjeynda symfoniin, sum varð spæld. Sjálvur helt Beethoven, at hetta var eitt av hansara bestu verkum. Tað bleiv eisni skjótt væl dámt millum manna, hóast hann varð lagdur undir at hava komponerað partar av verkinum ín fyllskapi. Hvussu nógv hald er í slíkum søgum, man vera ivasamt - í øllum førum megnaði Beethoven ikki bert at hugtaka sína samtíð, men eisini okkum, ið lurta eftir hansara tónleiki í endanum av tjúgundu øld.


Einki er sjálvsagt

Samanumtikið ein áhugaverd konsert og hugnalig løta í Norðurlandahúsinum við mentunarstovninum, Føroya Symfoniorkestri. Dygdin kom ongantíð á eitt støði, sum vit kenna tað frá kendum symfoniorkestrum aðrastaðni, men tað er eisini at krevja ov nógv, tí um umstøðurnar til miðvísari venjingar høvdu verið betri, hevði úrslitið ivaleyst blivið enn betri, tí núverandi menniskjansliga tilfeingið er okay. Stuttligt yvirhøvur at eiga slík fólk í Føroyum, og at vit eru før fyri at skipa fyri slíkum konsertum.

Vit mugu bara ikki gloyma, at tílík tiltøk ikki eru ein sjálvsagdur lutur, men eru úrslit av neyðugum resursum, drúgvum arbeiði og framskygdum virkisfýsni.