Øll úrslitini frá kvøldsins HM-undankapping

Ikki færri enn 25 HM-undankappingardystir hava verið í kvøld.

Í bólki C helt Svøríki fast um 2. plássið í bólkinum við 2-1-sigri á útivølli ímóti Írlandi. Johan Elmander og Anders Svensson skutu svensku málini, meðan Robbie Keane skeyt einsamalla málið hjá Írlandi.

Danmark vann við bit og slit 2-1 á útivølli ímóti pinkutjóðini, Malta. Leon Andreassen legði Danmark á odda longu í 2. minutti, men stutt fyri steðgin javnaði Clayton Failla fyri Malta. Eitt sjálvmál í seinna hálvleiki gav Danmark henda týdningarmikla kravsigurin, sum heldur lív í vónini hjá teimum í bólki B. Ikki færri enn trý lið hava 9 stig, sum er eitt stig aftanfyri Bulgaria á endaspælsgevandi 2. plássinum. Langt fremst er Italia við 17 stigum.

Nakað tann sama er støðan hjá Íslandi í bólki E, eftir at teir í Sveis í kvøld gjørdu eitt rimmar comeback og í seinna hálvleiki vendu einum hóttandi 1-4 til 4-4. Stóra hetjan gjørdist 22 ára gamli Jóhann Berg Guðmundsson, sum skeyt hattrikk og seinasta málið í 92. minutti. Noreg, sum eisini er í bólki E, vann 2-0 ímóti Kýpros á heimavølli, og varðveita teir tískil 2. plássið, meðan Albania og Ísland elta teir og bara eru eitt stig aftanfyri. Norsku málini skutu Tarik Elyounoussi og Joshua King.

Finnar vóru prísgivnir á heimavølli ímóti Spania, sum vann 2-0 við málum frá Jordi Alba og Alvaro Negredo. Í hesum bólkinum, sum er bólkur I, er Spania greitt á odda við 14 stigum, meðan Frakland er á 2. plássi við 11 stigum. Teimum á baki kemur Finnland við seks stigum.

Øll úrslitini í kvøld:

Bólkur A:
Makedonia - Wales 2-1
Serbia - Kroatia 1-1
Skottland - Belgia 0-2

Bólkur B:

Kekkia - Armenia 1-2
Malta - Danmark 1-2
Italia - Bulgaria 1-0

Bólkur C:

Kasakhstan - Føroyar 2-1
Týskland - Eysturríki 3-0
Írland - Svøríki 1-2


Bólkur D:

Rumenia - Ungarn 3-0
Turkaland - Andorra 5-0
Estland - Holland 2-2

Bólkur E:

Norra - Kýpros 2-0
Slovenia - Albania 1-0
Sveis - Ísland 4-4

Bólkur F:
Russland - Luksemburg 4-1
Norðurírland - Portugal 2-4

Bólkur G:
Lettland - Litava 2-1
Bosnia-Hersegovina - Slovakia 0-1
Liktinstein - Grikkaland 0-1

Bólkur H:

Ukraina - San Marino 9-0
Pólland - Montenegro 1-1
England - Moldova 4-0

Bólkur I:

Georgia - Frakland 0-0
Finnland - Spania 0-2