Tað var Jenis av Rana, ið sum aldursformaður skipaði fyri valinum av løgtingsformanninum.
Hann gjørdi greitt, at formaðurin skal veljast uttan orðaskifti og uttan tingviðgerð. Hann gjørdi eisini greitt, at tingfólk bara kunnu atkvøða ja ella blankt. Tað ber ikki til at atkvøða ímóti.
Tá avtornaði, so var tað bara aldursformaðurin sjálvur, Jenis av Rana, sum ikki vildi atkvøða fyri Johan Dahl sum tingformanni.
Hini í formansskapinum eru:
1. næstforkvinna: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir
2. næstforkvinha: Hervør Pálsdóttir
3. næstformaður: Jóhannus Joensen












