Ørnin fingið flogið aftur

Kappróður, 5-mannafør gentur: Tað sum vendi upp á Norðoyastevnu vendi niður á Skálafjarðarstevnu hjá gentunum

Størsti róðurin á Skálafjarðarstevnu var - sum siður næstan er - róðurin hjá 5-mannaførum við gentum.

Trettan vóru bátarnir í talið og tað plagar at taka sína tíð at fáa hesar bátarnar at liggja sum teir skula.

Skálafjarðarstevnan var einki øðrvísi í so máta, og tað at dómarir hevði valt at sleppa fasta startinum gjørdi ikki uppgávu hansara lættari.

Góður hálvur tími var ímillum róðrarnar og tað er í meira lagið, serliga tá hugsað verður um, hvussu vælsignað veðri var leygardagin.

Tað skal tó sigast, at manningarnar lótu væl at startdómaranum og so skulu vit eisini gera tað sama.

Tað skiltist á øllum brøgdum, at dómarin ikki lat skotið ganga fyrr enn allir bátarnir lógu yvir eitt, og tað er skilagott. So er í hvussu er einki at klaga um aftaná.


Upp og niður

Tá startskotið var farið skiltist beinanvegin, at sandavágsgentur ætlaðu sær eitt betri úrslit enn vikuna frammanunda.

Men at tað skuldi hilnast so væl sum tað gjørdi hava tær nokk ikki roknað við.

Tær lógu á einum fimtaplássi áðrenn stevnuna, men nú liggja tær í oddinum ájavnar í stigum við Koll.

Ørnin legði til brots beinanvegin. Tær fingu lagt seg eitt sindur framum, og hildu síðan fast.

Einu løtuna sá tó út til at fara at dragna, men so ressaðust tær aftur á Ørnini.

Í einum sera góðum endaspurti løgdu tær seg so mikið framum at tær ikki kundu takast.

Róðurin á Skálafjørðinum var í allar mátar øðrvísi enn í Klaksvík.

Nýggja Royndin Fríða vann á Norðoyastevnu, men gjørdist bert nummar seks á Skálafjørðinum og Erla Kongsdóttir, sum gjørdist nummar tvey í Klaksvík, gjørdist nummar 5 leygardagin.

Tað var Kollur úr Kollafirði, sum gjørdist nummar tvey. Hann var nummar trý seinasta vikuskifti, so í Kollafirði eru vónirnar góðar.

Somuleiðis mann verða á Skála. Svanur gjørdist nummar trý leygardagi og tað eru heili fýra pláss betri enn vikuskiftið frammanundan, tá hann gjørdist nummar sjey.

Úrslitið á Skálafjørðinum var annars hetta:

1.Ørnin5.49.18

2.Kollur5.51.14

3.Svanur5.54.21

4.Junkarin

5.Erla Kongsdóttir

6.Royndin Fríða

7.Sílið

8.Tjaldrið

9.Beinta

10.Fípan Fagra

11.Hvassi

12.Blikur

13.Drekin