Í gjár, leygardagin 29. september lat upp listaframsýning við Øssur Mohr í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Boðið varð til móttøku kl. 16:00 - 18:00 har væl av fólki hevði leitað sær, at heilsa uppá listamannin og síggja list hansara.
Rani Nolsøe helt røðu, og Hans Andrias Jacobsen spældi og sang egin løg, og síðani varð boðið til lættari ábit og okkurt leskandi afturvið.
Talan er um 28 minni og størri verk, sum Øssur sýnir fram – flest øll oljumálningar. Oftast er tað hitt trý-deilda kenda motivið, Øssur spælir við og granskar. Luftin, sjógvurin og forgrund við bygdarlag ella ein røð. Við tíðini eru málningarnir blivnir eitt sindur meira abstraktir, so tú ikki sær so væl eyðkenda Lorvíksfjall, sum Øssur sá úr stovuvindeyganum hjá mammuni heimi við Gjógvará.
Øssur, sum hevur búð í Danmark í nøkur ár, hevur verið rættiliga virkin og sýnt fram á ymsum listaskálum í Danmark og norðurlongdum annars. Hann leitar sær eisini heim á klettarnar og hevur framsýningar her heima. Hann var í Gamla Seglhúsinum í 2015. Í apríl í ár sýndi hann fram í Ribarhúsi, har framsýningin varð kallað: “Lærarin, Frits og næmingurin, Øssur í Ribarhúsi”.
Øssur og Frits eru fuglfirðingar, har vøgga teirra stóð, sum varð fyllt við nógvum góðum førningi. Frits var flokslærari hjá Øssuri í 10 ár - frá 1968 til 1978, so í ár eru tí liðin 50 ár, síðani hesin námsfrøðiligi bátur varð tikin fram í lívsins lunnbót. Og Øssur hevur tikið til sín, sum málningarnir á vegginum søgdu frá tá og so aftur í dag.
Jú, Øssur er virkin og eru málningar hansara - sum altíð, litríkir, fjálgir og glaðir. Framsýningin hongur uppi í Gamla Seglhúsi allan oktober mánað.