Óeydnisdagur hjá ÍF

AB vann tryggan 2-0 sigur á ÍF, sum var undirmannað í 80 minuttir

Finski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í góðveðrinum á Argjum. Úrslitið var 2-0 til AB, sum harvið er komið upp á 20 stig og er eitt stig aftanfyri ÍF.

 

Hvar stigini skuldu fara varð avgjørt í 1. hálvleiki, sum var sonn marra fyri ÍF. Undan dystarbyrjan var greitt, at tríggir stuðulsspælarar – Karl Løkin, Bartal Eliasen og Poul Nolsøe Mikkelsen – ikki vóru tøkir. Tíðliga í 1. hálvleiki noyddust bæði Høgni Zachariassen og Jan Ó. Ellingsgaard, sum eisini eru stuðlsspælarar, skaddir av vøllinum.

 

Og heilt avgerandi var tað, at Ari Ó. Ellingsgaard varð vístur av vøllinum, áðrenn eitt korter var farið.

ÍF gjørdi sjálvmál longu í 8. minutti, tá ið Jógvan Isaksen, sum vikarieraði í miðverjuni, var óheppin, tá ið hann í kapprenning við Sorin Anghel  við høvdinum snittaði bóltin framvið sínum egna málverja Jákupi Mikkelsen.

Sorin Anghel økti til 2-0 stutta løtu seinni, og fuglfirðingar megnaðu ongantíð at svara aftur.

-----

 

LIÐUGT

2-0

 

87) 2-0

ÍF hevur framt triðju og síðstu útskiftingina. Bogi Løkin er komin á vøllin í staðin fyri Dánjal á Lakjuni.

 

85) 2-0

Síðstu løtuna hava tað verið møguleikar í báðum endum. Fyri AB royndi innskifti Karsten Højgaard seg, og í hinum endanum var Clayton Soares enn eina ferð upp á spæl, men støðan er óbroytt.

 

78) 2-0

Dan í Soylu er komin inn á AB liðið í staðin fyri Sandri Færø.

 

70) 2-0

Clayton Soares hevur havt góða roynd úr spískum, men bólturin brast í stólpan.

Annars letur tað til, at fuglfirðingar hava ásannað, at hetta verður ikki dagurin, tá ið teir fáa nakað við sær av Argjum. ÍF er nú meiri í verjustøðu, og tá ið AB heldur ikki er sinnað at gera so nógv við álopspartin, er talan fyri tað mesta um tómgongd.

Dmitrije Jankovic hevur sæð gult fyri fríspark ímóti Clayton Soares.

 

 

66) 2-0

Karsten Højgaard hevur avloyst Sorin Anghel.

 

63) 2-0

Jobin Drangastein er farin skaddur av vøllinum, og í hansara stað er komin Mikkjal Hentze.

Sorin Anghel vil fegin sleppa av vøllinum, men higartil hevur Oddbjørn Joensen ikki mett tað vera ráðiligt at taka málskjúttan út.

 

55) 2-0

Dystargongdin er tann sama. Undirmannaða ÍF hevur bóltin størsta partin av tíðini, og AB lúrir eftir møguleikum at fara í skjót mótálop. Fuglfirðingar hava verið tætt við í einum føri.

 

50) 2-0

AB hevði stóran møguleika dygst undan steðginum, og nú hava heimamenninir aftur havt risa møguleika. Tríggir AB spælarar vóru leysir frammanfyri ÍF málið, tá ið bólturin kom innfyri. Sorin Anghel stútaði, men Jákup Mikkelsen í ÍF málinum stórbjargaði.

Sorin Anghel sær út at vera plágaður av skaða.

 

46) 2-0

Teir somu 21 eru komnir aftur á vøllin, sum vóru har, tá ið finski dómarin bríkslaði fyri hálvleiki.

 

---

2-0

Teir hvíla seg og leggja ætlanir fyri 2. hálvleik á Argjum.

HjáÍF hevur 1. hálvleikur verið sonn marra. Undan dystinum var greitt, at tríggir av teimum, sum higartil hava verið stórstuðlar í verjupartinum, ikki kundu vera við. Karl Løkin er farin til Danmarkar, miðverjin Bartal Eliasen er leikbannaður, og miðverjin Poul Nolsøe Mikkelsen er skaddur.

Høgni Zachariassen og Jan Ó. Ellingsgaard, sum eru tveir stuðulsspælarar, fóru tíðliga í 1. hálvleiki skaddir av vøllinum, og Ari Ó. Ellingsgaard varð útvístur eftir takling ímóti Beiniri Ellefsen.

 

Fyrra AB málið var sjálvmál, sum miðverjin Jógvan Isaksen gjørdi. Eftir framlegging frá Kára Nielsen kapprunnu Sorin Anghel og Jógvan Isaksen, sum við høvdinum snittaði bóltin upp um Jákup Mikkelsen. ÍF málverjin var um reppið at fáa bóltin aftur, áðrenn hann fór inn um strikuna, men linjuverjin veittraði fyri, at tað var mál.

Sorin Anghel økti so um AB leiðsluna við rimmar skoti.

-- 

HÁLVLEIKUR

2-0

AB hevur havt risa møguleika at økja um leiðsluna. Eftir at Jónas Stenberg legði flatt innfyri úr høgru, var Magnus Egilsson púra blankur mitt fyri málinum, men hann stýrdi bóltin upp um tvørtræið.

 

4 minuttir lagdir aftrat 1. hálvleiki

45) 2-0

Tað er AB, sum er frammanfyri 2-0, og harvið eru tað argjamenn, sum hava bestu fyritreytirnar. Fuglfirðingar hava bóltin mesta partin av tíðini, og AB verjan er tøtt. Í skjótum mótálopum hava argjamenn verið vandamiklir, eitt nú var um reppið at sera kviki síðuspælarin í vinstru, Sandri Færø, kom leysur.

 

40) 2-0

ÍF hevur bóltin meiri nú, men tað gongur illa at mynda málmøguleikar. Í mótálopi var Jobin Drangastein upp reppið at økja um leiðsluna.

Tað sigur seg sjálvt, at fuglfirðingar eru skelkaðir av, at tveir av stuðulsspælarunum longu eru farnir skaddir av vøllinum, og at teir eru undirmannaðir.

 

32) 2-0: Sorin Anghel 32.

AB hevur tvífaldað leiðsluna. Sorin Anghel, sum í dag er fremsti maður, fluktaði úr 18 metrum upp um Jákup Mikkelsen og í málið.

 

30) 1-0

Tað gongur av skriðuni hjá ÍF. Fyrst var Høgni Zachariassen borin av vøllinum. So varð Ari Ó. Ellingsgaard útvístur, og nú er Jan Ó. Ellingsgaard farin skaddur av vøllinum.

Arnhold Kristiansen er komin á vøllin í staðin fyri Jan Ó. Ellingsgaard, og Áki Petersen fyri Høgna Zacharissen

Fritleif í Lambanum er í miðverjuni saman við Jógvan Isaksen.

Áki Petersen er vinstri vongverji.

 

25) 1-0

AB er omaná.

 

20) 1-0

AB er omaná, og nú hevur heimaliðið havt møguleika at økja um leiðsluna, men eftir innlegg sendi Hørður Mohr við høvdinum bóltin upp um málið.

Sjúkrabilur fer nú avstað við Høgna Zachariassen.

 

10) 1-0

ÍF hevur longu mist tveir menn. Ari Ó. Ellingsgaard hevur sæð reytt fyri vandamikla takling mitt á vøllinum. Finski dómarin ivaðist ikki, tá ið hann tók reyða kortið úr lummanum.

Veteranurin og álitismaðurin Høgni Zachariassen er  farin av vøllinum. Hann er skaddur í kjálkabeininum eftir samanbrest við mótstøðuleikara.

 

8 1-0) sjálvmál 8.

 Eftir innlegg var ein av ÍF spælarunum so óheppin at stýra bóltin framvið Jákupi Mikkelsen og í máli

 

Líkindini at spæla fótbólt eru góð. Tað er turt, og sólin skínur.

 

1) 0-0

 

AB-ÍF kl. 15.00

Dómari: Jani Laaksonen úr Finnlandi

AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Andras V. Brixen, Dmirtrij Jankovic, Beinir Ellefsen – Kári Nielsen, Hørður Mohr, Jobin Drangastein – Magnus Egilsson, Sorin Anghel, Sandri Færø

ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Jógvan Isaksen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Bogi Reinert Petersen, Fritleif í Lambanum, Kristoffur Jakobsen -Dánjal á Lakjuni,  Clayton Soares, Ari Ó. Ellingsgaard