Offrini eru tey størstu offrini

Landið játtar 400.000 kr til sálarfrøðiliga hjálp til tey, sum fremja harðskap. Upphæddin til kvinnur sum eru fyri harðskapi er 55.000 kr. Hetta vísir, at trupulleikin ikki verður tikin í nóg stórum álvara

Súsanna O. Skaale

------
Í 2010 samtyktu politisku myndugleikarnir eina heildarætlan til tess at fyribyrgja og steðga harðskapi í parløgum.
Í 2012 blivu 1,2 milliónir settar av til endamálið, og fleiri átøk blivu sett í verk.
Hetta er bæði gott og neyðugt.
Mann fær seg næstan ikki til annað enn at fegnast um tað, tá myndugleikarnir endiliga seta fokus á hetta økið – men eg fari kortini at loyva mær at koma við eitt sindur av vælmeintum kritikki av, hvussu pengarnir verða nýttir.
Tann parturin av játtaðu pengunum, sum eru markaðir til sálarfrøðiliga hjálp, verða nevniliga býttir á ein undrunarverdan hátt.
Tilsamans 455.000 eru settar av til sálarfrøðiliga viðgerð – men av teimum eru ikki færri enn 400.000 kr. settar av til teirra, sum fremja harðskap. Einans 55.000 kr. eru settar av til teirra, sum eru rakt av harðskapi.

Stórt arbeiði – smáir pengar
Seinastu mánaðirnar havi eg sum sálarfrøðingur veitt harðskapsraktum kvinnum á Kvinnuhúsinum viðtalur. Á Kvinnuhúsinum búgva í meðal 15 kvinnur hvørt ár umframt í meðal 15 børn. Meginparturin av hesum kvinnum hava liva við harðskapi í 10-20 ár.
Tær eru tí sera meint raktar sálarliga, og hava tørv á umfatandi sálarfrøðiligari hjálp og viðgerð. T.e. minst 10 viðtalur.
Men hetta er ikki alt, sum verður gjørt á Kvinnuhúsinum. Størsti parturin av arbeiðinum er at veita hjálp til kvinnur, sum ongantíð flyta inn í húsið, men hava tørv á stuðli, ráðgeving og ikki minst sálarfrøðiligum viðtalum fyri at fóta sær. Hagtøl hjá Kvinnuhúsinum vísa, at í fjør fekk Kvinnuhúsið 600 áheitanir og 341 teirra snúðu seg um harðskap. Og tann sálarfrøðiligi parturin av øllum hesum skal so gerast fyri 55.000 krónur um árið…
Tað er, snøgt sagt, ov lítið. Tað ber als ikki til at gera eitt nøktandi arbeiði og veita øllum ta hjálp, ið teimum tørva, fyri so lítla upphædd.
At landið vil brúka 400.000 krónur til sálarfrøðiliga hjálp til tey, ið fremja harðskap, skal eg einki ilt siga um. Men lutfallið er ikki rætt. Antin skuldi samlaða upphæddin verið hækkað – ella skuldi býtið verið øðrvísi.
Tí tað eru also offrini, sum eru tey størsti offrini. Tað eru offrini sum eru marginaliserað, einsamøll, og ofta eisini sera hart kroyst bæði sálarliga, sosialt og fíggjarliga. Tað eru eisini offrini sum vilja hava hjálpina – ja, sum rópa eftir henni.

Hugburður
Eg vil eisini siga eitt sindur meira generelt um hetta evnið.
Inntil Kvinnuhúsið var stovnað fyri 22 árum síðani, var harðskapur í parløgum eitt tabu, sum eingin tosaði um, men nógvar kvinnur livdu við. Mong vistu sjálvsagt hvat gekk fyri seg – men tað var ein ósøgd semja um, at hetta máttu kvinnurnar bera einsamallar.
Og tann hugburðurin hvarv ikki við Kvinnuhúsinum, tí øll hesi 22 árini hevur ein grundleggjandi partur av drívmegini í húsinum verið sjálvboðið arbeiði. Kvinnur skiftast um at hava vakt, og traðka til, tá tørvur er á tí.
At fólk vilja hjálpa til á hendan hátt, er sjálvsagt fyrimyndarligt. Men eigur tað at vera so? Hví taka vit fyri givið at júst hendan funktiónin í samfelagnum skal røkjast av sjálvbodnum?
Vit vita jú at harðskapsraktar kvinnur eru í Føroyum. Tær hava sama tørv, sum hesar kvinnur í grannalondunum. Men tær fáa ikki somu tilboð; tær fáa ikki somu hjálp.
Um vit sum samfelag halda tað hava týdning at taka sær av hesum kvinnum, sum eru so hart kroystar, so má tað endurspeglast á fíggjarlógini.
Men tað ger tað ikki. Sannleikin er, at um sjálvboðin fólk ikki gjørdu so nógv – so eksisteraði einki døgntilboð í Føroyum til hesar kvinnur.
Tað tykist sum at myndugleikarnir hugsa eitt av tveimum: Antin at hetta ikki er so alvorligt – ella at kvinnur sjálvbodnar mugu finna útav at stuðla hvør aðrari. Tað verður ikki sagt beinleiðis við orðum – men tað verður sagt við teimum tølum, sum standa á okkara fíggjarlóg. Og tað er vælsaktans í teimum tølunum, at tann sanni politiski hugburðurin kemur til sjóndar.

Íløga í samfelagið
Menniskju, ið hava verið fyri harðskapi eru mangan traumatiserað. Í høvuðsheitum førir hetta við sær eina skerda lívsgóðsku og funktiónsstøði. Mangan síggjast eisini tunglyndiseyðkenni og ella angisteyðkenni. Hetta hevur sum oftast við sær sjúkrameldingar ella óarbeiðisføri í longri tíð. Tað er dýrt fyri samfelagið. At veita harðskapsraktum kvinnum sálarfrøðiliga viðgerð hjálpir uppá júst hetta. Eitt tað týdningarmesta av øllum er, at tá harðskapsraktar kvinnur og mammur fáa hjálp til at fáa tað betri, so hjálpa vit samstundis børnum teirra til eitt betri lív.

Góð framstig
Til síðst vil eg endurtaka, at tann peningur, sum í fjør bleiv játtaður, og tey tiltøk, sum eru sett í verk, sjálvsagt koma sera væl við. Men eg vóni at hetta bara er byrjanin. Tí út frá einum fakligum sjónarhorni má eg staðfesta, at fyri 55.000 krónur um árið, ber als ikki til at gera tað, sum átti at verið gjørt.
Og út frá einum yvirskipaðum samfelagsligum sjónarhorni má eg staðfesta, at tann grundleggjandi hugburðurin má broytast: Hetta er ein samfelagsuppgáva – vit kunnu ikki blíva við at dúva uppá, at sjálvbodnar eldsálir gera hetta fyri okkum.