Offur fyri týskari lygn

Týsk ferðasíða fyri samkynd hevur brúkt Petur Háberg og Filip Mortensen sum ferðaleiðarar. Men hetta kenna teir báðir als ikki til

- Eg sá, at myndin var frá eini framførslu hjá okkum á Loppen á Christiania, so hetta var bara heilt ok. Men tá systir mín las greinina, spurdi hon við einum heldur løgnum eygnabrá, um eg hevði sæð tað, sum tey skrivaðu, sigur Petur Háberg.

- Eg eri ikki tann stinnasti í týskum, men við hjálp frá Google-translate kom eg ígjøgnum greinina, og eg má bara siga, at eg gjørdist ikki sørt skakkur, sigur Petur Háberg um greinina, sum er íspunnin úr enda í annan.

Greinin er partur av Queer Travel, sum er ein síða fyri ferðamál hjá samkyntum týskarum, og sambært greinini greiða teir báðir føroyingarnir frá, hvussu gott tað er búgva í danska høvuðsstaðnum, har fordómarnir um samkynd ikki eru eins stórir, sum teir eru í lítlu Føroyum.

- Eg mundi doyð, sum eg flenti, tá eg hevði koyrt greinina gjøgnum Google-translate. Eftir øllum at døma vita Filip og eg alt um, hvar samkynd ferðast í danska høvuðsstaðnum. Og sambært greinini hava vit eisini eitt yndisstað, sum eitur Cosy-bar, har tað eru nógvir ungir studentar millum føstu gestirnar.

VikuskiftiSosialurin, har prátið við Petur Háberg kann lesast, kann keypast HER

- Veruleikin er tó, at vit hava ikki ánilsi fyri, hvat hetta er fyri barr. Vit eru báðir tveir framhaldandi búsitandi í Føroyum við okkara familjum, og hesa seinastu vikuna hava vit bara flent eftir greinini, men vit hava eisini hugsað um, hví ólukkan ein slík samrøða – sum ongan tíð er gjørd – skal standa á hesi heimasíðuni, sigur Petur Háberg millum annað í viðtali við Sosialin.

Týska greinin kann lesast HER