Fleiri undankappingardystir til komandi EM endaspæl, vóru spældir í gjárkvøldið.
Ongland, ið hevur størst áhuga millum føroyingar, spældi á heimavølli móti Litava. Hjá Onglandi var eingin slingur í valsinum í gjárkvøldið. Ongland vann ein sannførandi 4-0 sigur, eftir at hálvleiksstøðan var 2-0 til Ongland.
Merkisvert við dystinum var, at innskifti debutanturin, Harry Kane, kom á máltalvuna, eftir at hann bert hevði verið á vøllinum í ein minutt. Hini málini hjá Onglandi skutu Wayne Rooney, Danny Welbeck og Raheem Sterling.
Í Montenegro var mest rokmikli dysturin í gjárkvøldið. Dysturin, ið var millum Montenegro og Russland mátti blásast av, tá umleið ein tími varð leiktur av dystinum, eftir at bæði leikarar og áskoðarar fóru til hendurs. Støðan, ið elvdi til rokið var, at Russland fekk brotsspark.
Støðan við brotssparkinum var aðru ferð í dystinum, at dysturin mátti blásast av. Fyrru ferðina var longu í 1 minutti, tá málverjin hjá russum, Igor Akinfeev, varð raktur av rómaraljósi í nakkan.
Av øðrum dystum, ið vóru spældir í gjárkvøldið, kann nevnast at Svøríki vann 2-0 á útivølli móti Moldova, og at Spania vann 1-0 á heimavølli móti Ukreina.
Úrslitini í gjárkvøldið:
Bólkur C:
Makedonia – Hvítarussland 1-2
Slovakia – Luksemborg 3-0
Spania – Ukreina 1-0
Bólkur E:
Ongland – Litava 4-0
Slovenia – San Marino 6-0
Sveis – Estland 3-0
Bólkur G:
Liechtenstein – Eysturríki 0-5
Moldova – Svøríki 0-2
Montenegro – Russland (Blástur av eftir einum tíma)