Annfinn V. Hansen tvíheldur um sítt gegni, hóast áhaldandi ákoyringar um tað øvugta. Nú fyrrverandi kanningarstjórin heldur, at hansara persónur er komin í ov nógv fokus.
- Tað skal gerast ein óheft kanning, sum skal kunna brúkast í tí demokratiska og politiska kjakinum. Tá má tað vera fokus á kanningina, ikki á mín persón.
Tað sigur Annfinn V. Hansen, sum fyrr í dag varð loystur frá uppgávuni at kanna leiklutin hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni í innlendismálum, og leiklutin og eftirlitisskylduna hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í málinum um Skálafjarðartunnilin.
Les eisini: Ov nógv rumbul um Annfinn
Sambært nú fyrrverandi kanningarstjóranum er tað áhaldandi ófriðurin um málið, sum nú feldi hann.
- Alt hetta málið er eftirhondini blivið til ein spurning um mín persón, sigur Annfinn V. Hansen.
Advokaturin tvíheldur um sítt gegni, hóast hann sum formaður fyri samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur verið í samráðingum um at veita fígging til sama tunnil.
Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) hevði í tveimum umførum fyrispurning til AMEG um at seta pengar í Skálafjarðartunnilin, Føroya Lívstrygging sendi eisini grunninum ein fyrispurning um at seta pengar í, og tað sama gjørdi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen. Løgmaður vildi hava at vita, um Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin kundi vera við til at bera stóru íløguna í tunnilin, soleiðis at hon fekk ein størri, føroyskan eigaraskara.
Sjálvur heldur Annfinn V. Hansen fast um, at hansara leiklutur sum formaður fyri AMEG gevur ikki gegnistrupulleikar at vera kanningarstjóri.
- Nei, av tí einføldu orsøk, at talan er um tvey ymisk mál, sigur Annfinn V. Hansen.
Hoyr samrøðu við Annfinn V. Hansen við at trýsta á pílin undir myndini.
Les eisini:
Annfinn V. Hansen: Eg eri framvegis gegnigur
Annfinn V. Hansen farin frá sum kanningarstjóri
Løgtingsformaður kallað Annfinn á fund