?og so fara vit við bussinum til Fugloyar

Ein alternativ loysn upp á ferðasambandið við Fugloynna og Svínoynna er ein bussur í rennistrongi, sum upp á sjey minuttir kann flyta fólk av Borðoynna út í Fugloynna.

Hugskotið, sum stóð at lesa í Sosialinum hósdagin, eigur Niels Midjord, og tað varð sent táverandi løgmálaráðnum, Klaksvíkar og Fugloyar kommunu í mai í 2008.

Í stuttum snýr tað sum at gera eina loftbreyt av Borðynni, umvegis Viðoynna til Svínoyar og víðari til Fugloyar. Niels Midjord hugsar sær, rennistrongurin skal byrja við tunnilsmunnan í Breytardali við Norðtoftir. Haðani skal breytin gerast 3,7 km á Skák yvir um Hvannasund til næsta festið við Handaru Gjógv uppi á Skarðhamri á Viðoynni. Síðan koma nakrir gálgar yvir um reynið. Triðja festið verður, tá ið farið verður av aftur Reyninum við gjónna í Reyðurók. Haðani skal so gerast ein 4,7 km long breyt yvir um Svínoyarfjørð til fjórða festið oman fyri Longurók á Keldufjalli í Svínoy. Nakrir gálgar mugu so gerast niðan á sjálvan tindin á Keldufjalli og oman aftur ímóti eggini norðanfyri. Breytin fer víðari oman ígjøgnum Vatnsdal, har steðgiplássið í Svínoy verður. Har má ein 1,7 km langur vegur gerast at knýta í verandi uppdyrkingrveg Yvir í Dal. Síðan fer breytin yvir um Fugloyarfjørð og endr á Krossi í Fugloy. Tað er har, sum vegurin millum Hattarvík og Kirkju er hægstur. Samanlagt skulu brúkast 14,5 km av veiri.

Ein bussur skal flyta fólk og farm eftir stronginum millum oyggjarnar og skal drívast fram við propellu. Hann skal kunna koyra skjótt og kunna taka eini 20 fólk.

- Ein slík loftbreyt hevði ivaleyst verið bíligari í rakstri enn eitt skip, tí henni man ikki nýtast fler enn eitt fólk sum førara. Haraftrat hevði hon ivaleyst verið meira reglulig og væl skjótari! Tað skuldi ikki tikið meira enn 7-10 minuttir frá Fugloynni og til Borðoynna, so henda leiðin skuldi lættliga kunna samskipast við leið 500 til Viðareiðis, skrivar Niels Midjord í viðmerkinginum til ugskot sítt.

Hann leggur aftrat, at loftbreytin í sjálvum sær hevði verið eitt ferðamál hjá fremmandafólki, umframt at svínoyingar og fugloyingar kundu havt stórt gagn av henni.