Og so spæla Foreigner?

Loftmiðlaummæli:

Farna vikan hevur óivað verið hin heilt stóra sjónvarp- og útvarpsvikan hjá mongum. Jólini eru farin afturum bak og somuleiðis nýggjárshaldið.

Frídagar í hópatali og dagar, har øll sita inni. Einki er at fara út til. Eingin sølubúð hevur opið og eingin er at hitta á gøtunum. Innidagar.

Fyri nøkrum árum síðani kom ein bók, ið nevndist Ruskveðursbókin, ella okkurt tílíkt. Kanska hava summi nýtt hana hesar dagarnar, tí veðrið hevur onkran dag verið heldur keðiligt ? tó ikki alla tíðina, tað skal sigast.

Og loftmiðlarnir gera sína skyldu hesar síðstu dagarnar, áðrenn farið verður um gátt til nýtt ár.

Jólaundirhald er ikki ein vøra, ið vantar. Men legði tó til merkis, at ikki øll børn hava eins lætt við at sita leingi og hyggja í kassan, meðan onnur børn dansa um træið, syngja og spæla. Longi, longi, longi.

Kanska dagsins ungdómar, teir smáu, ikki hava bindindi. Tá Zacharias Hammer á sinni skipaði fyri, var eisini talan um langar sendingar, men tær tóktust tó spennandi. Men kanska var tað bert tíðin, sjónvarpið var ungt og somuleiðis hyggjarafjøldin. Øll vóru ung sum hyggjarar, ung og óvon. Løtt at gera nøgd.

Ja, kanska er tað so. Ungu føroyingarnir eru vaksnir upp við teldu og Playstation. Filmum. Tað skal henda okkurt. Alla tíðina. Rúm er ikki fyri tómum sekundum.

Eisini í Úf hevur digitala tíðin við sær, at vanligar samrøður verða kliptar, so eingi suff, eingir andisteðgir, ongar sonevndar pausur til umhugsni koma við. Alt er snøgt og ikki minst skjótt. Einki óneyðugt fjas og eingi tóm sekund. Og meðan vit hvønn dag renna skjótari og skjótari, so mugu vit nú eisin lurta skjótari.

Kanska er tað so. Eitt jólatræ og nøkur rundanum, ein søga og nakað av tónleiki. Tað er ikki hóskandi til Playstation-ættarliðið. Samanber teir stoltu ungu harrarnar í Svf, sum hildu seg vera ov gamlar til nýggja telduspælið, ið er komið í samband við Bíbliu útgávu og undirvísing. Fittir vóru teir, men hóast alt bert 7 ára gamlir.

Tó so. Jólatræ og dansur er partur av jólunum. Annað var eisini á skránni. Bæði hjá Svf og Úf. Gott tilfar. T.d. mundu Gjallajólini rúnarbinda fleiri.


Pipar og Skál

Tey ungu, ið eru nakað eldri, fingu gott í beinið frá Jákupi Veihe og Sjúrða Skaale. Og óført var skálað. Jú, teir duga at handfara tilfarið. Eisini tey eymu punktini. Skálingin í Ogga Gogga hevur fingið ilt í summi og hegnisliga var hetta havt á lofti. Teir eru óførir, Pipar og Salt. Har vóru tær flestu kryddurtir, ið hóskaðu. Kryddurtir hava nú einaferð tað við sær, at summum dámar tær einki. Antin tí, at smakkleykirnir ikki tola, ella tí tey ikki vilja ella tora at smakka.

Sjálvur er eg ikki í tí støðu, at nýggjársaftan er eitt stórt sjónvarpskvøld. Men tað er tað hjá fleiri. Nógv hendir úti slíkt kvøld, men var innanveggja onkra løtu og sá okkurt, og so er eisini hent við sjónbandatólinum, um ein ikki er inni alt kvøldið. Frálíki tónleikurin í Úf, tá stóri pinnur hevur ført okkum inn í nýggja árið, er góður og væl hóskandi. Útvarp hevur tann fyrimun, at ein er ikki bundin av at venda eygunum ávísan veg, meðan ein fær tað við, ið har verður bjóðað.

Nú vit eru við tónleikin. Stóru løturnar áðrenn og eftir tíðindi, eiga ofta útlendskir bólkar. Kanska hevði verið fínt við føroyskum tónum onkutíð áðrenn og eftir døgurða gerandisdagar, hugsi eg, meðan boðað verður frá, at til klokkan verður 13, fara vit at hoyra bólkin Foreigner (ið sum kunnugt merkir fremmandur)!