Tað verður eisini sagt, at føroyingar framyvir skulu liva av tí, sum føroyingar sjálvir kunnu skapa.
Í Sálmi 50:15 stendur: "? kalla á Meg, tann dag tú ert í neyð - Eg skal bjarga tær, og tú skalt prísa Mær!". Í kreppuni vóru tað nógvir føroyingar, sum gjørdu júst hetta: teir kallaðu á Harran, og Harrin helt orð. Hann bjargaði okkara landi úr neyðini við at fiskurin kom aftur, fiskaprísirnir fóru upp í gjøgn og oljuprísirnir fóru (eina tíð í øllum førum) niður í botn. Einki av hesum høvdu vit føroyingar nakra sum helst ávirkan á.
Úrslitið gjørdist, at landið hevur fótað sær aftur, men latið okkum nú ikki gloyma seinasta part av versinum úr Sálmunum: "? og tú skalt prísa Mær". Latið okkum geva Harranum tað prís og tann heiður, sum einans Hann hevur uppibori.
Og latið okkum síðani við dirvi gagnnýta tað, sum Harrin gevur okkum, so skilagott og hegnisliga, sum vit duga.