Tilverurnar ringrás, ein ævig rørsla í tíð, har náttúran verður niðurbrotin og endurskapt, er bakgrundin fyri framsýningina ”Ringrás” hjá grafikaranum Oggi Lamhauge, sum letur upp í Stephanssons Húsi á mentanarnáttini klokkan 15.
Viðspæl og mótspæl
Við undran eygleiðir grafikarin og listamaðurin náttúrunnar ringrás og tulkar hana í prentmyndum við fokus á spenningsøkið millum skapan, niðurbrótan og endurskapan. Við prentmyndunum fer grafikarin út um tað tvívíddu flatuna og út á gólvið, har sjónarhorn hyggjarans broytist og samstundis gevur rúminum viðspæl og mótspæl.
Trúarsymbol
Oggi Lamhauge arbeiðir serliga við samtíðarlist við trárligum symbolum. Í 2006 fekk hann trý ara starvsløn, ið hevur givið honum møguleika at halga seg listina burturav.
Oggi Lamhauge er sera virkin á listarliga økinum, bæði her á landið og útlendis. Kendasta verk hansara er uttan iva altartalvan í Hattarvíkar kirkju, sum varð latin kirkjuni í 2001. Oggi hevur eisini gjørt serprent fyri stovnar og virki og undirvíst í tekning, máling og grafikki.
Listaframsýningin ”Ringrás” letur upp mentanarnáttina, fríggjadagin tann 6. juni. Fernisering verður frá kl. 15.00 til 17.00