Til og við kl. 16 høvdu fólk møguleikan at koma ókeypis á G! festivalin. Hesum møguleikanum gjørdu tríggjar vinkonur sær dælt av.
Hildur Gunnarsdóttir, 15, Barbara Høgnesen, 14, og Sarita Mittfoss, 14, allar úr Hoyvík, vóru allar komnar á G! tíðliga í dag.
- Hetta er fyrstu ferð, Sarita og eg eru á G! Tá vit sóu, at møguleiki var at koma ókeypis inn áðrenn kl. 16, hugsaðu vit, at hetta var ein fínur møguleiki at royna G!, sigur Barbara.
- Vit hugsa at vera her til á leið kl. 20. Men tað veldst sjálvsagt um, hvussu stuttligt tað verður, um vit velja at verða longri ella styttri, sigur Sarita.
Hildur er tann einasta av vinkonunum, sum hevur verið á G! áður.
- Omma og abbi búgva í Gøtu, so tað hevur verið lætt hjá mær at komið higar. Vit tríggjar búgva eisini har hetta vikuskiftið, sigur Hildur.
Ætlanin hjá teimum trimum havnagentunum var at fara í heita pottin. Men tær noyddust at leggja ætlanirnar um, tí svimjiklæðini eru gloymd eftir í Havn.
- Vit fara bara at keypa pannukøkur í staðin, sigur Barbara flennandi.