Okkara niðurskrivar allan partapeningin

Tað hevur ikki gingið væl hjá nýggja ølbryggjarínum Okkara á Velbastað. Hallið fyrstu trý roknskaparárini er 8.228.000 krónur.

Tað hevur ikki gingið væl hjá nýggja ølbryggjarínum Okkara á Velbastað. Hallið fyrstu trý roknskaparárini er 8.228.000 krónur.

 

Ársroknskapurin fyri 2013 er ikki almannakunngjørdur enn. Men sambært fráboðan hjá Skráseting Føroya 4. juni, so hevur felagið lækkað partapeningin við 9.805.233 krónum til 0 krónur. Tað vil siga, at allur partapeningurin er mistur til rindan av halli.

 

Nýggjur partapeningur upp á eina millión krónur er teknaður. Av hesi milliónini er 840.000 krónur goldnar kontant til kurs 142, meðan 160.000 krónur eru goldnar við einum skuldarumskifti til kurs 2.500.

 

Steinbjørn í Dali er farin frá sum stjóri, og nýggjur stjóri í Okkara er nú Tummas Hanus Dam á Argjum.

 

Tað sæst ikki hjá Skráseting Føroya, hvør tað er, sum hevur inngoldið nýggja partapeningin, ella um Okkara hevur fingið nýggjar eigarar. Tað var A/S Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik, sum átti allan partapeningin í okkara, men óvist er, um gomlu eigararnir hava megnað bæði at rinda hallið og skjóta inn nýggjan partapening.

 

Sambært Vinnuvitan.biz, so er stjórin í danska bryggjarínum, Harboes Bryggeri, nevndarlimur í Okkara, eins og Niels Mortensen, stjóri í SMS. Hinir nevndarlimirnir eru Óli M. Hansen, advokatur, Høgni Jensen og Thomas Hans Dam.