Í Danmark og Føroyum hevur í mong ár verið siður, at bryggjaríini lata síni páskabryggj á marknaðin fýra vikur fyri páskir. Í ár var hesin sonevndi p-dagurin síðsta fríggjadag. Og tá fingu føroyingar høvi at royna eina heilt nýggja páskaøl, nevniliga Okkara Páskir frá bryggjarínum á Velbastað.
Bryggjararnir á Velbastað hava lagt nógva orku í at menna Okkara Páskir og at skapa eina spennandi og samstundis leskiliga og væl smakandi øl. Tí er nýtt dupult av øllum: Tvær humlur, tvey sløg av malti, tvær gerir og tvey ymisk bryggj, eitt undirgerað og eitt yvirgerað, sum síðani eru lagraði saman.
Úrslitið er sambært bryggjarínum ein ravlitað og lætt drukkin øl. Tann væl vigaða javnvágin millum úrvalsgeriørnar og tvinnu sløgini av malti og humlu geva Okkara Páskum ein leskiligan smakk, ið ger ølina væl egnaða aftur við øllum føroyskum mati.
Sniðið á fløskuetikettini og dósini ímynda vársins gulu og grønu litir.