Í Degi og Viku í gjár segði Bill Justinussen, løgtingsmaður, at tað nyttaði einki at ringja til løgregluna um brot á rúsdrekkalógina. Hesum er Uni Vestureið, politikommiserur, ikki samdur í
Annars hevur Uni Vestureið ikki stórvegis viðmerkingar til hugburðin hjá Bill Justinussen mótvegis løgregluni.
- Vit hava fitt av arbeiði á hesum øki, og um talan er um brot á rúsdrekkalógina, verður tað kannað eftir førimuni. Vit eftirkanna bæði í sambandi við fráboðan um brot á lógina, men eisini uttan fráboðan, tí vit vitja javnan skeinkistøð at kanna eftir, um alt er í lagi, sigur Uni Vestureið.
Politikommiserurin metir tískil ikki, at teirra partur liggur eftir, hóast ein altíð kann siga, at ein kann gera meira.