Flestu partrolarapør fiska upsa, og skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski. Skipini gera okkurt gott hálið inn ímillum. Tvey partrolarapør fiska framvegis makrel.
Á Fiskamarknaði Føroya, har tey í dag hava gjørt sínar metingar um tilfeingið í næstu viku, siga tey, at partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Í dag er eingin djúpvatnstrolari á ísfiskaveiði. Um smáu trolbátarnar verður sagt, at tveir eru til fiskiskap, og báðir fiska tosk og hýsu.
Fýra garnaskip fiska svartkalva, og væntandi er, at trý ella fýra skip koma inn at landa í næstu viku, um alt gongur sum ætlað.
- Fiskiskapurin hjá garnaskipunum, sum fiska svartkalva, er brúkiligur, verður lagt aftrat á Fiskamarknaði Føroya í dag.