Okkurt kann hann brúkast til

Magnus Heinason hevur gjørt rannsóknartúr, sum er fíggjaður av ES-granskingarsamstarvi.

 

Í døgunum 2.-9. juni var Magnus Heinason hjá Havstovuni leigaður til rannsóknir á íslendska norðurlandinum, har kanningar vórðu gjørdar av botndjórum.

 

Tað vóru granskarar frá Zoological Society of London, ið stóðu fyri kanningini, og kanningarnar vórðu gjørdar í samstarv við starvsfelagar frá Havrannsóknarstovninum í Reykjavík.

 

- Hóast skipið hevur sínar avmarkinar, er tað væl egnað til júst kanningar sum hesar, ið vóru myndatøka av botni og innsavning av botndjórum.

 

Havstovan sigur í dag, at granskararnir lótu væl at og eru sera væl nøgdir við tað, teir hava fingið burturúr.

 

Rannsóknartúrurin er fíggjaður av ES-granskingarsamstarvinum umvegis EUROFLEETS.

 

- Endamálið við EUROFLEETS er at geva granskarum, ið annars ikki hava atgongd til rannsóknarskip, høvi at gera kanningar, umframt at miðjað verður eftir at samskipa ymiskar rannsóknir.

 

Havstovan veit at siga, at eftir at Føroyar eru komnar við í ES-granskingarsamstarvið, hevur stovnurin fingið høvi at bjóða Magnus Heinason fram.