Sirið Stenberg, Tjóðveldi
----
Nú vísa samgonguumboðini á, at tað ikki ber til at hækka fólkapensjónina, tí at tað verður bíðað eftir, at arbeiðið við at áseta fátækamark fyrst skal verða liðugt. Akk ja, okkurt skal barnið eita !
Tjóðveldi og javnaðarflokkurin hava lagt fram uppskot um at hækka fólkapensjónina hjá teimum borgarum, sum bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av. Hækkanin var 250 kr um mánaðin fyri gift fólk, og 350 kr um mánaðin fyri støk.
Men nei, tann batan ynskir samgongan ikki, at fólkapensjonistar skulu fáa. Henda samgonga, sum í mun til aðrar samgongur, hevur fingið sær umleið 400 milliónir í eyka inntøkum, við tilfeingisgjaldi og við at forskatta pensjónir. Hækkanin av fólkapensjónini hevði kostað landskassanum 17 milliónir, so har átti at verið rúm til fyri at hækka fólkapensjónirnar.
Annars er tað at siga, at uppskot um at fáa ásett fátækamark varð samtykt áðrenn henda samgongan tók við, so tað hevur verið tíð til at arbeiða við tí. Vit hava spurt eftir fátækamarkinum fleiri ferðir, men enn er so onki komið. Serliga tá ið forsorgarveitingarnar skuldu broytast, eftirlýstu vit fátækamarkinum og mæltu til at bíða við broytingum, til vit høvdu fingið fátækamark. Men tá var ikki neyðugt at bíða. Mangt broytist- tað argument, sum ikki varð neyðugt tá, er alneyðugt í dag.
Støðan hjá fólkapensjónistunum er sjálvsagt líka so ymisk sum hjá øllum øðrum samfelagsbólkum, men tað er onki at ivast í, at tey, sum í dag bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, mangan hava tað trupult. Bert føstu útreiðslurnar til hita, ljós, mat, heilivág, heilsutrygd o.s.fr. eru útreiðslur, sum eru truplar at gjalda sjálvt har, ið tvey fólk arbeiða.
Omaná alt hetta, so verður tað í løtuni skaptur ótryggleiki um framtíðarpensjónsviðurskifti. Øll skulu nú gjalda til sína egnu eftirløn, og mangt bendir á, at samgongan ikki ynskir at varðveita rættin til fólkapensjón framyvir, umframt at væntast skal at pensjónsaldurin skal hækkast. Samstundis liggur eldraøkið í leysum lofti, so ótryggleikin er stórur.
Hyggur man at viðferðini, sum tey eldru hava fingið seinastu tíðina, so man hetta vera einastu ferð í søguni, at tey eldru á røktarheimunum hava fingið boð um at liggja longri í songini, at sparast skal uppá mat, at longri skal vera millum, at tey kunnu fara í bað o.s.fr. Tíbetur bleiv hetta steðgað og eykajáttan bleiv latin. Tá ið so toluligur friður valdaði aftur, kom fram í miðlunum, at røktin til tey gomlu skuldi skrásetast í minuttum. Tað skuldi gerast upp í minuttum, hvussu langa tíð tað tók at fara í bað, at eta, fara á wc, latast í o.s.fr. Landsstýriskvinnan hevur nú fráboðað, at minutt skrásetingin er steðgað, tíbetur. Men hví skuldi tað nakrantíð koma so vítt ? Hvussu kann tann stovnur, sum skal vara av og veita umsorgan, til okkara allar veikastu borgarar, borðreiða við einum arbeiðshátti, sum er grundaður á eina menniskjaáskoðan, har menniskja og røkt kann gerast upp í minuttir, eins og var tað eitt verksmiðjuarbeiði, ið skuldi fremjast. Og ikki umsorgan fyri røktarkrevjandi menniskjum.
Slíka óvirðiliga viðferð hevur ongin uppiborðið