Oktober: Færri leita eftir barnaporno

Alsamt færri og færri verða fangað hjá Føroya Tele, tí at tey eru á veg á eina heimasíðu við barnaporno á internetinum

Talið á føroyingum, sum leita eftir barnaporno á internetinum, er rættiliga nógv fallið hesi seinastu árini. Tað vísir ein uppgerð, sum Føroya Tele hevur gjørt.

Føroya Tele hevur eitt filtur, sum forðar fyri, at fólk sleppa inn á heimasíður við barnaporno.

Hetta verður gjørt í samstarvi við ríkisløgregluna, sum hevur eitt yvirlit yvir heimasíður, har barnaporno kann vera at finna og sum sostatt verða blokeraðar.


Munandi minkað

Uppgerðin hjá Føroya Tele vísir, at talið á føroyingum, sum verða steðgaðir í royndunum at koma inn á heimasíður við barnaporno, er munandi fallið seinastu árini.

Filtrið hjá Føroya Tele ímóti barnaporno varð sett til í 2006 og hetta árið vórðu heili 3493 ymiskir føroyskir teldubrúkarar steðgaðir á veg inn á heimasíður við barnaporno.

Í 2009 var talan um 2449 ymisk fólk og í 2010 var tað lækkað niður í 2083 ymisk fólk.

Men serliga í ár hevur fallið verið stórt, tí higartil í ár eru ikki fleiri enn 478 fólk forðað í at sleppa inn á tílíkar síður.

Uppgerðin verður gjørd mánað fyri mánað og í ár er talan um ímillum 20 og 65 teldur um mánaðin, sum eru forðaðar.

Men tær somu teldurnar kunnu ganga aftur í fleiri mánaðum, men nakrar nýggjar eru helst eisini hvørja ferð.

Í 2006 vóru ímillum 256 og 314 fólk steðgað um mánaðin, men tað er eisini komið fyri onkran mánað, at yvir 400 ymisk fólk eru blokerað, tí tey hava verið á veg inn á eina heimasíðu við barnaporno


Fyribygjandi

Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele, dugir ikki at siga, hvussu tað ber til, at tað eru lutfalsliga fáir føroyingar, sum leita eftir barnaporno á internetinum. Men hann ivast onga løtu í, at filtrið er fyribyrgjandi.

Nú er tað heldur ikki vist, at tey, sum verða blokerað, beinleiðis leitað eftir barnaporno, tí tey kunnu enda á eini slíkari heimasíðu meiri ella minni av óvart. Talan kann vera um fólk, sum leita eftir pornosíðum yvirhøvur og sum síðani enda á eini síðu við barnaporno. Talan kann eisini verða um fólk, sum leita eftir onkrum heilt øðrum, men so at ein síða við barnaporno brádliga stendur á skerminum.

Í løtuni er talan um ímillum 1100 og 1200 heimasíður, sum eru blokeraðar. Danska ríkisløgreglan dagførir filtrið tvær ferðir um samdøgurið at vita um fleiri síður eru, sum skulu blokerast. Tá ið ríkisløgreglan finnur eina síðu við ólógligum barnaporno sum skal blokerast, verður hon eisini sjálvvirkandi blokerað í Føroyum.


***


Teir borgarligu vunnu valið

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fingu 8 tinglimir í part, tá ið løgtingsval varð hildið 29. oktober. Harvið vunnu teir báðir borgarligu flokkarnir valið. Tjóðveldi hevði stóra afturgongd og fekk 6 tinglimir. Tað fekk Javnaðarflokkurin eisini, og hann megnaði at varðveita sína tingmanning. Miðflokkurin misti ein tinglim og fekk tveir. Sjálvstýrisflokkurin misti annan og hevði ein eftir, og nýggi flokkurin, Framsókn, fekk tveir tinglimir. Kaj Leo Johannesen setti met í tali av persónligum atkvøðum.

- Dómurin er, at Føroya Fólk heldur, at Sambandsflokkurin er best egnaður at hava leiðsluna í eini nýggjari samgongu, sigur løgmaður. 


Natúrligt at vera leiðari

36 ára gamli Johnny í Grótinum hevur í fleiri ár havt týðandi leiðsluuppgávur í bankaheiminum. Nú skiftir hann hest til LÍV, sum BankNordik, har hann hevur starvast seinastu seks árini, hevur keypt helmingin av.

- Tað verður ein lívsstílur at verða leiðari, at hava ábyrgd og skula verða tøkur 24 tímar um døgnið alla vikuna. Tað setir krøv til persónliga umhvørvið og familjuna, og tað er ein avbjóðing at fáa eina balansu millum arbeiðslív og familjulív, sigur Johnny í Grótinum. 



10.000 offur fyri rúsdrekka

Einir 10.000 føroyingar eru offur fyri ovurnýtslu av rúsdrekka. So stórur er trupulleikin av rúsdrekkamisnýtslu í Føroyum, staðfestir Blái Krossur.

Olga Magnussen, leiðari í Blákross, sigur, at talan er um einar 2.000 føroyingar, sum eru beinleiðis rúsdrekkamisnýtari . Men rúsdrekkamisnýtsla er ikki ein trupulleiki, sum bara rakar tann, sum drekkur.

- Tað er ein trupulleiki, sum rakar alla familjuna og veruleikin er, at í miðal dregur hvør misnýtari fýra fólk við sær í trupulleikar. Her er talan um hjúnafelaga, børn og foreldur, sigur hon

Sostatt eru tað einir 10.000 føroyingar, sum eru offur fyri misnýtslu av rúsdrekka.


***


Um eini 10 ár fara fólk at skilja, at eg eri ikki nakar dómadagsprofetur, tá ið eg nú sigi, at førdi politikkurin tekur búskaparligar grundarlagið undan Føroyum.

Magni Laksáfoss, løgtingsmaður, sum ikki stillar uppaftur



Spurningurin er ikki, hvussu hart lívið fer við tær, men hvussu hart tú kennir slagið, og so ræður um at finna mátan at koma víðari

Gunnar Hjelm, sum ger comeback sum bodybuildari