OL er eisini politikkur

Oddagrein:

Olympiski kyndilin er komin á olympiska stadion í Beijing, og leikurnir eru longu byrjaðir í fleiri ítróttagreinum. Vanliga verður sagt, at ítrótt og politikkur einki hava við hvønn annan at gera. Hetta er ikki satt. Altjóða ítrótt hevur nógv við politikk og pening at gera. Heilt síðan afroamerikanarin Jesse Owens gjørdist størsta stjørnan á olympisku leikunum í Berlin í 1936, og Hitler fekk havgron, hevur tað verið púra greitt, at olympisku leikirnir hava sterkar politiskar yvirtónar. Tað er heldur ikki óvanligt, at ítróttafólk ella áskoðarar nýta høvið til at fremja politiskar manifestatiónir.

 

Tað gevur stóra altjóða prestisju at hýsa leikunum, og politiska spælið kring staðsetingina av olympisku leikunum er eisini politikkur. OL er góð branding, kann verða nýtt til at vísa fram vertslandið og vinna vertslandi og vinnulívi tess altjóða sømdir og marknaðir. OL hevur eisini síðan Berlin elvt til tjak um fólkaræði og mannarættindi. Spurnartekin verða sett við hetta at halda OL í londum, ið hava vánaligt orð á sær, tá um fólkaræði og mannarættindi ræður. OL í Kina hevur tískil elvt til sterkar kenslur og nógvar atfinningar mótvegis Kina eins væl og móti altjóða olympisku nevndini, IOC. Spurningurin um demokrati og mannarættindi er serstakliga aktuellur við Tibet og við ófriði í fleiri landspørtum, við teimum mongu deyðadómunum og við, at Kina opinlýst stuðlar harðræðisstjórnum í Afrika og í ávísum muslimskum londum.

 

Kina ætlar at nýta OL til at vísa heiminum, at landið er við at gerast eitt framkomið nútímans risaveldi. OL skal verða sýnisgluggi, sum skal broyta neiligu myndina av Kina. Hvørt hetta eydnast, vil tíðin vísa, men flestu eygleiðarar eru samdir um, at hóast framstig, er Kina framvegis langt frá eini politiskari skipan, ið tryggjar grundleggjandi mannarættindi. Men Kina er samstundis við at gerast heimsins leiðandi búskaparstórveldi, og henda støða hevur við sær eitt sterkt vaksandi samband við umheimin. Kunningar- og samskiftiskollveltingin er langt framkomin í Kina, og hóast stjórnin roynir at forða fólkinum at fullnýta internet og fartelefon, so økjast samskiftið og kunnleikin um umheimin støðugt í Kina. Tað verður helst henda økta vitan, ið kemur at menna demokrati og mannarættindi í risaveldinum. OL er sostatt ein altjóða stórhending, ið elvir til orðaskifti og ósemjur.

 

 

Hvat viðkemur alt hetta okkum í Føroyum? Alt, sum hendir úti í heimi, kemur okkum við so ella so. Við altjóðagerðini eru vit vorðin partur av alheiminum og mugu vit sostatt fyrihalda okkum til tað, ið hendir úti í heimi. Hartil kemur, at Føroyar hava ynski um at gerast limur í IOC, og tí hevur alt, sum hendir á hesum øki áhuga út yvir, at tað er áhugavert at fylgja leikunum - ikki minst tí ein føroyingur tekur lut í danska olympiska hópinum. Vit ynskja henni góða eydnu.