Eins og í HM-endaspælinum gjørdust donsku hondbóltskvinnurnar ov stuttar í einari hálvfinalu móti Noregi.
Noreg vann OL-hálvfinaluna 25-21 á Danmark, ið má taka til takkar at spæla bronsudyst móti Svøríki.
Noreg var á odda 11-8 í steðginum, og Noreg var eitt skiftið í seinna hálvleiki á odda 20-13. Danmark fekk minkað til 20-23, men nærri komu tær ikki.
Fyrr í dag vann Frakland 31-28 á Svøríki aftaná longda leiktíð.
Leygarmorgunin klokkan 10 spæla Danmark og Svøríki bronsudyst. Sama seinnapart klokkan 14 spæla Noreg og Frakland OL-finalu.
Talan er um fyrstu OL-finaluna hjá Noreg síðani 2012, tá tær vunnu gull. Í OL-endaspølunum í 2016 og í 2020 vann Noreg bronsu.
Óannsæð um Noreg vinnur gull ella silvur í OL-finaluni móti Fraklandi, so verður talan um heiðursmerkið nummar 15 hjá íslendska venjaranum hjá Noregi, Þórir Hergeirsson. Þórir Hergeirsson hevur higartil vunnið fimm EM-gull, tríggjar HM-gull og eina OL-gull sum venjari hjá Noregi.
Noreg-Danmark 25-21 (11-8)
Noreg: Kari Brattset Dale 4, Maren Aardahl 3, Kristine Breistøl 3, Henny Reistad 3, Thale Rushfeldt Deila 2, Sanna Solberg-Isaksen 2, Camilla Herrem 2, Nora Mørk 2/1, Stine Skogrand 2/1, Stine Bredahl Oftedal 1, Marit Jacobsen 1.
Bjargingar: Katrine Lunde 10, 37% – Silje Solberg-Østhassel 1/1, 20%.
Danmark: Kristine Jørgensen 4/1, Rikke Iversen 3, Sarah Aaberg Iversen 3, Helena Elver 2, Anne Mette Hansen 2, Mette Tranborg 2, Emma Friis 2, Mie Højlund 1, Lousie Vinter Burgaard 1, Kathrine Heindahl 1.
Bjargingar: Althea Reinhardt 8/1, 29% – Sandra Toft 2/1, 50%.