Albania er seedað 15 pláss frammanfyri Føroyar og vóru Albania sostatt favorittar í uppgerðini.
(0-1) IM Helgi Dam Ziska (2439) ? IM Dritan Mehmeti (2415)
(0-1) Olaf Berg (2274) ? IM Seitaj Ilir (2390)
(½-½) FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262) ? FM Lorenc (2276)
(1-0) Jóan Hendrik Andreasen (2217)? FM Harallamb Boshku (2314)
Á 1. og 2. borði telvdu Helgi og Olaf ágangandi, eftir at miðspælið var lagt afturum, men gav hetta baksláttur og taptu báðir ruddiliga, tá avtornaði.
Carl Eli var hinvegin ongantíð í vanda og telvdi trygt javnleikin til høldar.
Dagsins detalju borðreiddi Jóan Hendrik við, tá hann í jøvnum endaspæli ? úr nærum ongum ? heilt óvæntað, men ikki minst snøgt, setti Boshku mát á miðjum borði við riddaraskáki.
Í 9. umfari er mótstøðulandið Zambia, sum er seedað nr. 120, t.v.s. væl lægri enn Føroyar, sum er seedað nr. 83. Tískil verður doyin lagdur á, at vinna uppgerðina.
Fylgið uppgerðini LIVE á: ugra-chess.com/results.php
Byrjað verður kl. 10.00, hósdagin.
Sí annars www.faroechess.com