Terji Petersen, úr Klaksvík, telvdi eitt sera gott FM og hevði annars greiða leiðslu, tá bert 3 umfør restaðu í kappingini, men steðgaði fullkomiliga upp og tapti 3 tey seinastu talvini.
Fótafestið varð ivaleyst mist í oddabrakinum ímóti Olafi, har Olaf satsaði alt - gav frúnna fyri riddara og rók tíðliga í talvinum ? og har sigurin, hóast hetta, varð hálaður heim.
Olaf vann FM við 6½ stigi av 9 møguligum, meðan Terji gjørdist nr. 2 við 5½ stigi.
Unga stjørnuskotið úr Sandavági, 12 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen, helt fast um bronsuna við 5 stigum og skrivaði av álvara talvsøgu.
Úrslit, støður og talvini eru at finna á www.faroechess.com