Bárður Nielsen, fyrrverandi landsstýrismaður, er nú aftur tingmaður Sambandsfloksins í Norðstreymoyar valdømi. Tað merkir, at Olav Enomoto frá í gjár at merkja ikki longur er tingmaður og ikki longur fær løn úr løgtinginum Olav Enomoto fekk í gjár boð frá løgtingsskrivstovuni um, at hann ikki longur kundi møta á fundi í tingnevndunum, tí sambært stýriskipanini er Bárður Nielsen aftur tingmaður.
Olav Enomoto hevur møguleika at gerast tingmaður aftur tann 29. mai, tá tingfundur aftur er, um Bárður Nielsen tá ger av at fara í óavmarkað farloyvi - so sum hann boðaði frá á tíðindafundi gjáramorgunin.