Fríðálvur A. Jensen:
Tað er líkasum, at tað blívur við at ”ringja” fyri oyrunum, eftir at eg setti meg at lurta eftir kórinum hesa ólavsøkuna.
Ikki er tað serliga ofta, eg havi ummælt kór, men eg má siga, at tað var eitt sera væl upplagt kór, sum vit hoyrdu á Tinghúsvøllinum ólavsøkuaftan.
Eitt er, at vit hava ofta ”væntað nakað av tí sama”, men hesaferð legði eg merki til, at nakað nýtt og øðrvísi fór at verða.
Fyri tað fyrsta var at leggja merki til, at kórið var nógvar ferðir størri, enn tað plagar, men at síggja og hoyra uppleggið hjá nýggja kórleiðaranum Ásbyrni Berthelsen, var sum við nýggja víninum í halgubók.
Eg varð tikin heilt við, tí í nøkrum av uppsetingunum var tað nakað við, at tað kom kanska ein meira ”poppað” versjón, sum hóskaði sera væl til eitt skifti, sum var heilt sermerkt, hesaferð.
Tað var eisini sum, at Ásbjørn hevði so væl tak á støðuni og mongu sangarunum, tí samlaða ljóðmyndin var heilt framúr!
Edmund Williamson
Tað var eisini sera frískligt, at tað varð lagt upp ein nýggjan sang frá Edmundi, sum eisini hóskaði sera væl til eitt so stórt og væl upplagt kór!
Sum eg so ofta havi havt frammi, er tað frálíkt, at vit síggja nýggjar spírar koma fram, sum kunnu geva okkum eina tónleika- og listarliga uppliving, sum júst ólavsøkukórið var fyri meg!
Vit skulu, so sanniliga, ikki gloyma øll tey, sum undan eru farin, sum jú hava lagt lunnar undir tað, sum vit júst hava verið vitni til.
Tað er stórt og gevandi, at vit aftur og aftur síggja og hoyra, at nýggjar kreftir koma til, sum ikki bara hava evnini og viljan til nakað nýtt, men at hesi draga so stóra fjøld við sær, so hesi eisini fáa eina slíka uppliving.
Eg vil líka leggja hesi orðini eftir meg, tí eg má siga, at ólavsøkukórið hevur tað gott og gleði meg til at hoyra tykkum aftur, FLOTT!
Takk fyri!
##med2##
Fríðálvur A. Jensen












