Til ólavsøkusetanina eru býráðslimirnir við í skrúðgonguni, og Heðin Mortensen er tískil eisini við.
- Tað er sera stuttligt at vera við, og tað er stuttligt at síggja myndugleikan ganga skrúðgongu saman við ítróttinum, sigur borgarstjórin í landsins størstu kommunu.
Á ólavsøku fyllir ítrótturin nógv hjá Heðini.
- Tá setanin hevur verið, fari eg oman á keiina at hyggja eftir kappróðri. Eg skal eisini handa nøkur steyp til vinnandi bátar. Fótbólturin fyllir eisini ein part av mínari ólavsøku, og fari eg at leita mær niðan í Gundadal, tá HB og B68 møtast í kvøld.
- Annars fer mesta av tíðini at ganga oman og niðan at heilsa upp á vinir og kenningar. Tað er so stuttligt at møta góðum og glaðum fólkum. Kanska man støkkur á gólvi hjá onkrum eisini, sigur Heðin.
Heðin hevur upplivað nógvar ólavsøkur gjøgnum ár og dag, og hann heldur, at ólavsøkan er broytt nógv til tað betra síðstu árini.
- Ólavsøkan er sum nátt og dagur viðvíkjandi alkoholnýtsluni hjá fólki. Fyrr sá man alt ov nógv full og avdottin fólk mitt í Havnini, og tað sær man næstan ikki longur. Eg haldi, at okkara drekkimentan í dag er ógvuliga kærkomin og satt at siga eisini fyrimyndarlig, slær Heðin fast.
Heðin vil at enda ynskja øllum vælkomnum á ólavsøku.
- Øll skulu vera vælkomin til Havnar á ólavsøku. Bæði føroyingar og útlendingar at njóta hesa tjóðarhátíð okkara saman.