Ólavsøkan verður ein dagur

- Tað verður tivoli við børnunum og so at ganga túrar runt í býnum og heilsa upp á fólk, sigur Lonnie Bengtsen.

 

- Eg kundi væl hugsað mær at sæð kappróðurin, men vit koma helst at ganga mest har, sum tivoli er. 

Fert tú á ólavsøku?  

- Ja, í ár hava vit tikið avgerð um at fara ein túr við børnunum, men tað verður bert tann eini dagurin. 

Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?  

- Eg kundi væl hugsað mær at sæð kappróðurin, men vit koma helst at ganga mest har, sum tivoli er. 

Tað sigur Lonnie Bengtsen, sum í øllum førum ætlar sær at síggja 10-mannaførini rógva.

- Annars verður ólavsøkan mest at ganga túrar runt í býnum og heilsa upp á fólk.

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?

- Tað er helst kappróðurin og felagssangurin.

Er okkurt serligt, tú minnist frá ólavsøkuni?

- Nú er tað so langt síðan, at vit vóru á ólavsøku, so tað er sum so einki ávíst, eg minnist afturá, sigur hon.

Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni? 

- Tað er trupult at siga, men tað kann eg svara tær til næsta ár, tá vit hava verið annan dagin á ólavsøku í ár, sigur Lonnie Bengtsen brosandi.

 

- Eg kundi væl hugsað mær at sæð kappróðurin, men vit koma helst at ganga mest har, sum tivoli er.