Ólavsøkufótbólturin verður í kvøld

Tveir kvinnudystir, ein í bestu deildini hjá monnum og tveir dystir í 1. deild vera í høvuðsstaðnum í kvøld

Tað er øðrvísi, enn tað plagar at vera, at eingin landskappingardystur í bestu deildini verður í Gundadali ólavsøkuaftan og ólavsøkudag.

 

Í kvøld verður nógvur ólavsøkufótbóltur í høvuðsstaðnum.

 

Besta kvinnudeildin fer í kvøld undir aftur landskappingina eftir summarsteðg, og tveir av trimum dystum vera í høvuðsstaðnum, har HB fær vitjan av Víkingi, og B36 fær vitjan av EBS/Skála. Triði dysturin verður í Sørvági, har 07 Vestur fær vitjan av Víkingi.

 

Fjórði dysturin í kvinnudeildini verður sunnudagin, tá ið KÍ fær vitjan av TB/FCS/Royn.

 

Í bestu deildini hjá monnum fær AB vitjan av EB/Streymi, og í næstbestu deildini fær Undrið FF vitjan av B71, og B36 fær vitjan av TB.

 

 

 

Kvinnur

 

Í dag

 

07 Vestur – NSÍ: Høgni Madsen kl. 19.00

 

HB – Víkingur: Jørleif Djurhuus kl. 18.00

 

B36 – EBS/Skála: Dávid Waag Sjóstein kl. 20.15

 

Sunnudagin 31. juli

 

KÍ – TB/FCS/Royn: Marius Dam Vang kl. 12.05

 

1283130827
EBS/Skála11722301023
HB11713381222
NSÍ11533271218
B3611515362016
07 Vestur11407282412
Víkingur12327332211
TB/FCS/Royn11001111150

 

-

 

Betri deildin

 

AB – EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 18.00

 

1.deild

 

Undrið FF – B71: Bjarki Danielsen kl. 19.30

 

B36 – TB: Petur Reinert kl. 18.00