Ólavsøkusvimjing á Havnarvág eftir kappróðurin

Aftur í ár skipar Havnar Svimjifelag fyri ólavsøkusvimjing fram við molanum eftir kappróðurin ólavsøkuaftan.

Svomið verður frá rampuni ytst á Molanum og inn í Krókin við Havnarskrivstovuna.

Svimjarar skulu ganga út á endan á Molanum og vera har í seinasta lagi tá ið triðseinasti róður byrjar.
Byrjað verður í sjónum. Málið er stigin á rampuni í Krókinum – longst til høgru, tá ið tú kemur svimjandi. Teinurin, ið svomin verður er 400 metrar.

Havnar Svimjifelag skrivar, at lækni, sjúkrasystrar og hjálparfólk eru á landi og í bátum. Tey eru í HS eyðkennisvestum. Bátar tryggja, at óviðkomandi bátar verða hildnir vekk.

– Hóast vit seta trygdina í hásæti, so eru viðurskifti á sjónum, ið vit ikki fáa stýrt, og sum kunnu vera vandamikil. T. d. kemur fyri, at bátar sigla skjótari enn loyvt er og harvið gera stórar aldur. Neyðugt er tí, at hvør einstakur syrgir fyri at hava nóg stóra frástøðu til keiina. Umráðandi er, í heila tikið, at vera umhugsin á sjónum, skrivar Havnar Svimjifelag.

Kappingin er skipað í seks bólkar:
– Kvinnur Opin bólkur
– Kvinnur Masters – kvinnur, sum eru 25 ár og eldri
– Kvinnur Masters – kvinnur, sum eru 50 ár og eldri
– Menn Opin bólkur
– Menn Masters – menn sum eru 25 ár og eldri
– Menn Masters – menn sum eru 50 ár og eldri

Hóast svimjingin verður bólkað sum kapping, so verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og dáma at svimja – um tað er fyri at kappast ella ei.

– Høvuðsendamálið er at luttaka, at røkka málinum og fáa eitt gott upplivilsi, skrivar svimjifelagið.

Svimjarar verða mintir á, at um teimum tørvar hjálp, so signalera teir við at leggja seg á ryggin og veipa við ørmunum.

– Tá tú velur at luttaka, so gert tú tað undir egnari ábyrgd. Fært tú skaða í hesum sambandi, so taka vit sostatt ikki ábyrgd av skaðanum, sigur Havnar Svimjifelag.

Steyp og heiðursmerkir verða handað so skjótt sum úrslitið fyriliggur.

Við ólavsøkusvimjingini í 2010 tók Havnar Svimjifelag upp aftur gamla siðvenju.

Fyrstu ferð fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var í 1912. Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á ólavsøku.

Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949 og fram til 1961, tá ið nýggi hylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan hyl.

Í 1951 varð tí aftur farið á sjógv at svimja kapp. Seinastu ferð, áðrenn 2010, fyriskipað kappsvimjing var á sjónumn á ólavsøku var á Vestaru Vág í 1954.

Talan er um eitt opið tiltak, har øll eru vælkomin, siga tey í Havnar Svimjifelag. Tað ber til at melda seg til svimjingina á ólavsøku fram til í seinasta lagi 25. juli við at flyta kr. 200,- á kontu hjá Havnar Svimjifelag 9181-185.110.3. Viðmerk NAVN á svimjara og FØÐIÁR. Vit skulu brúka føðiárið til at bólkabýta úrslitið.