Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, hevur í dag avdúka hvørji nevndarlimirnir eru í Javnstøðunevndini, ið verður vald av nýggjum eftir hvørt løgtingsval.
Fimm fólk eru í nevndini, harav tríggjar kvinnur og tveir menn. Merkisvert er, at tað verður eitt mannfólk, ið skal leiða arbeiðið at skapa javnstøðu millum kynini.
Nýggjur formaður í Javnstøðunevndini er nevniliga Ólavur Ellefsen, umboðandi Føroya landsstýri. Restin av nevndarlimunum eru Guðrið Joensen, umboðandi løntakarar, Niels Winther, umboðandi arbeiðsgevarar, Súsanna Olsen, umboðandi Skúla-, heilsu- og almannaverk, og Lív Patursson, umboðandi Kvinnufelagssamskipan Føroya.
Varaumboðini eru Annika Sølvará, næstformaður, umboðandi Føroya landsstýri, Súni Selfoss, varaumboð vegna løntakarar, Esther Dahl, varaumboð vegna arbeiðsgevarar, Fróði Jacobsen, varaumboð vegna Skúla-, heilsu- og almannaverk, og Birta Biskopstøð, varaumboð vegna Kvinnufelagssamskipan Føroya.

Ólavur á odda fyri Javnstøðunevndini





