Ólavur Larsen sagt upp sum venjari hjá ÍF

ÍF skal hava nýggjan venjara, eftir at Ólavur Larsen í dag hevur sagt upp

ÍF skal hava nýggjan venjara, eftir at Ólavur Larsen í dag hevur sagt upp. Tað boðar hann frá í skrivi, og ÍF hevur eisini kunngjørt hetta.

 

– Vegna starvsnevndina hjá ÍF, skulu vit hervið boða frá, at Ólavur Larsen hevur sagt seg úr starvi. Felagið vil takka honum fyri tíðina, sum venjara hjá besta mansliðnum hjá ÍF. ÍF arbeiðir við einari loysn, skrivar felagið.