Leiðarin fyri mentanarhúsið í Fuglafirði, Ólavur Larsen er eitt av fýra valevnum hjá tí føroysku tónleikavinnuni, sum skal velja tvey fólk í nevndina fyri FMA - Faroese Music Awards - sum frammanundan er mannað við Barbaru Holm frá Miðlahúsinum, Eyðfinni Jensen, tónleikasamskipara hjá Kringvarpinum, og Síf Gunnarsdóttir, stjóra í Norðurlandahúsinum.
Hini, sum stillað upp eru Elin B. Heinesen fyri Faroese Music, Thordis Skaalum fyri country-festivalin í Sørvági, Sunleif Rasmussen, tónlistarmaður, og Sigga Vang. Mánakvøldið verður greitt hvørji tvey eru vald av tónleikavinnuni at manna nevndina í FMA saman við Barbaru Holm, Eyðfinni Jensen og Síf Gunnarsdóttir.
Ólavur Larsen sigur, at hann vil gjarna verða við til at taka eitt tak fyri føroyskan tónleik, sum hann heldur er ein tann mest sameinandi faktorurin í samfelagnum.
Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Ólav Larsen.