Ole sær ljóst upp á tað

Umframt eina stigið høvdu teir í VB/Sumba tveir nýggjar serbar í ferðalagnum suður sunnukvøldið

Fótbóltur

Umstøðurnar eru truplar, og stigaposin er lættur. VB/Sumba venjarin Ole Andersen hevur nógvar royndir, og hóast mótbrekkan hevur verið tung, so hevur lagið verið gott alla tíðina. Eftir hálva sigurin í Gundadali var lagið, sum tað plagar at vera:
- Eg vil fegin geva allar tær rósur til spælararnar, sum tað ber til. Ble og Soelberg halda væl saman upp á miðvøllin, men ungu menninir, sum hava millum fáar og ongar royndir, góvu alt móti meistarunum, og tað var flott av teimum at vinna eitt stig. Vóru vit heilt hepnir, so fingu vit øll stigini, heldur Ole Andersen.
Lagið var gott umborð á Smyrli á veg suður í góðveðrinum. Nú skal VB/Sumba til Eiðis, og so skulu teir spæla lyklauppgerðin á heimavølli móti B68 og á útivølli móti ÍF:
- Spælararnir hava rætta hugburðin, og í Gundadali sóu vit, at tað ber til. Teir báðir serbarnir, sum skulu hjálpa til, komu suður við okkum sunnukvøldið. Nú fáa vit at síggja, hvussu vit skulu brúka teir. At teir eru komnir afturat fer sjálvandi at síggjast aftur í venjingunum.
Fleiri nýggj nøvn vóru á liðnum?
 Onkrir av spælarunum hava verið við fyrr, og onkrir hava so at siga ikki spælt á besta liðnum. Ein ella tveir hava verið til skips, og tveir aðrir hava ikki vant, tí teir taka koyrikort. Treytirnar hava ikki verið nakað serligar, men tað er eingin ivi um, at evnini eru góð. Tað verður eisini strevið og torført næstu ferðirnar, men tað er gott útgangsstøði, tá ið rætti hugburðurin er til staðar.