Á ferð í Danmark fyrst í februar hitti eg kortini ein av teimum fáu donsku arbeiðarunum, sum eru limir í fólkatingunum. Hetta er Ole Vagn Christensen úr Socialdemokraterne. Vit hittust fyrstu ferð í 1993, tá hann var í Føroyum saman við búskaparligu/politisku nevndini hjá fólkatinginum. Hetta var, tá ið kreppan var uppá tað ringasta. Síðan tá hevur hann verið fleiri ferðir í Føroyum. Hetta saman við okkara kennskapi hevur givið honum eitt hampiliga gott innlit í føroysk viðurskifti.
Hóast Ole Vagn er arbeiðari sigur hann, at vit ynskja jú øll at geva okkara børnum eina útbúgving. At hetta er møguligt kann kanska sigast at vera eitt av úrslitunum av javnaðarpolitikki gjøgnum nógv ár. Serliga Nyrup Rasmussen legði dent á, at útbúgving var vegurin út úr teirri kreppu, sum eisini Danmark hevur verið í.
Uppruna í arbeiðararørsluni
Ole Vagn hevur sum nakar sín uppruna í arbeiðararørsluni. Hann er føddur 28. mai 1943 og verður tískil skjótt 65 ár. Pápin Poul var ketilpassari. Tey búðu á Thisted leiðini, ikki langt frá Hanstholm. Pápin var politiskt og fakliga virkin, og hetta ávirkaði eisini tann lítla Ole Vagn.
Hann fekk sína vanlig skúlagongd, men lærdi eisini tíðliga at arbeiða. Longu sum 10 ára gamal fór hann at arbeiða sum ørindadrongur. Í 1959 fór hann í slaktaralæru, og hetta gjørdist hansara lívsstarv. Samstundis gjørdist hann virkin í ungmannafelagnum hjá javnaðarflokkinum, DSU, har hann fekk eina leiðaraútbúgving.
Sum 20 ára gamal gjørdist hann slaktaríarbeiðari, samstundis sum hann gjørdist meiri og meiri politiskt og fakliga virkin. Í 1965 kom hann í nevndina fyri Slagteriarbejdernnes Fagforening í Thisted, og nøkur ár eftir hetta gjørdist hann formaður. Seinni gjørdist hann formaðurin fyri javnaðarflokkin í Thisted. Her kann skoytast upp í, at tá ið flokkurin í Thisted hevði 100 ára stovningardag fyri nøkrum árum síðan, skrivaði Ole Vagn søguna hjá flokkinum í bókini: “Der er fanen til forskel”.
Í 1974 varð Ole Vagn valdur inn í býráðið í Thisted, og seinni gjørdist hann formaður í socialdemokratiske býráðsbólkinum. Hann gjørdist eisini varaborgmeistari.
Í fólkatingið
Vit hava ikki tikið øll hansara álitsstørv við her, men alt hetta kundi ikki enda við øðrum, enn at Ole Vagn stillaði upp til fólkatingið. Hann varð fyrstu ferð valdur í 1984 og sat til 1987. Tá kom hann ikki inn aftur, men síðan 1990 hevur hann verið hann sitið í fólkatinginum. Hann var kortini ikki valdur við næstseinasta val, men kom skjótt inn sum varamaður, tá ið tann unga Pernille Black Hansen, sum annars hevði verið eitt av hopunum hjá flokkinum, tók seg úr fólkatinginum og politikki. Við valið nú í heyst varð hann aftur valdur.
Ole Vagn hevur eisini staðfest sína støðu sum ein dugnaligur politikkari. Hann er framsøgumaður hjá flokkinum í arbeiðara-, vinnu og matvørumálum. Í matvørumálum er tað serliga fiskivinnan, sum hevur hansara áhuga. Thisted, har Ole Vagn býr, liggur jú ikki so langt frá Hanstholm og øðrum fiskivinnuhavnum í Danmark. Her hevur hann allar møguleikar at kunna seg um sjónarmiðini hjáfiskimonnunum og teirra feløgum. Tí hevur hann eisini fortreytir fyri at tosa um kvotur, fiskidagar og aðrar fiskivinnuspurningar, tá ið hetta kemur uppá tal.
Ole Vagn er eisini limur í Nordisk Råd, og her hevur hann eisini møguleika fyri at kunna seg um føroysk viðurskifti.
Skammast ikki um sín uppruna
Ole Vagn er ikki bangin fyri at siga sína hugsan. Hann kann eisini seta seg upp í móti toppunum í flokkinum. Hann var í móti teirri broyting í eftirlønini, sum Poul Nyrup Ramussen fekk trumfað ígjøgnum aftan á valið í 1998, og sum kanska var tann sakin, sum eina mest oyðilegði trúvirðið hjá tí annars dugnaliga forsætismálaráðharranum. Men Ole Vagn hevði so mikið av jarðarsambandi, at hann ánaði, hvat hetta kundi enda við. Hann ávaraði eisini um tað, men teir “klóku” í flokkinum vistu betur, við tí úrslitið, sum hetta førdi við sær.
Ole Vagn ger einki fyri at nokta sín uppruna sum arbeiðari. Hann einaferð lagdur undir at vera “middelmådig”. Men hetta leggur hann ikki petti í. Sum svar hevur hann sagt, at “jeg har aldrig løftet mig over min stand, som er slagteriarbejderne, det har du ganske ret i” og “jeg lever efter Grundtvigs ord at blive ved jorden, det tjener os bedst. Kald det bare middelmådighed!”
Ole Vagn dugur eisini væl at taka til. Hansara slagorð til valini eru: “Mors-Thy til gavn, stem på Ole Vagn.” Hetta rímar væl og hevur eisini roynst í verki.
Fyrrverandi formaðurin í fólkatinginum, Erling Olsen, gevur eisini Ole Vagn sítt besta ummæli. Hann sigur, at Ole Vagn er sera nógv virdur. Hann er javnaðarmaður av tí góða gamla skúlanum, sum heldur fast um tær gomlu dygdirnar. Teimum er ikki so nógvir eftir av. Tað hoyrist kanska ikki so nógv til hansara í miðlunum. Men hansara partur liggur ikki eftir, serliga tá tað snýr seg um at arbeiða fyri valdøminum hjá sær og at arbeiða fyri teimum, sum koma tvørt fyri í skipanini.
Teir báðir síggjast annars framvegis. Tað finst eitt fimleikarfelag fyri fólkatinglimir, og teir hava venjing hvønn hósmorgun. Fyrrverandi fólkatingslimir møta eisini upp, og millum hesar er tann skjótt 81 ára gamli Erling Olsen. Okkurt hava teir at práta um!
Tíðindabrøv
Ole Vagn metir tað at hava týdning at hava samband við sínar veljarar og at kunna um sítt virksemi í fólkatinginum. Hetta ger hann við tíðindabrøvum hvørja viku. Her viðgerð hann mál av øllum møguligum slagi. Tað sæst greitt, at ein slíkur fólkatingslimur hevur tað sera strævið.
Eitt er arbeiðið í fólkatinginum. Eitt annað er alt tað, sum skal gerast á heimabeitinum við at luttaka á fundum og tiltøkum av øllum møguligum slag. Tað er hetta, sum skapar undirtøku í valdøminum, sum kann tryggja afturval, tá ið hetta aftur verður aktuelt.
Í seinasta tíðindabrævinum greiðir Ole Vagn frá viðgerðini í flokkinum av teirri seinastu Muhamedkreppuni, og skilagóða niðurstøðan er henda:
Den aktuelle mini-Muhammedkrise skal håndteres, så den ikke får samme omfang, som vi tidligere har oplevet. Helle omtalte tillige, at det er helt uacceptabelt med den form for bål og brand, vi er vidne til rundt om i Danmark. Politiet har løst opgaven fortræffeligt, hvorfor det er utilstedeligt med de angreb, der rettes mod politiet af Søren Pind (V).
Helle slog fast, at vi socialdemokrater ikke vil finde os i, at unge mennesker hver eneste nat laver brand i gaden. Derfor fremsætter vi nu en konkret og klar 6-punkts handlings- og aktionsplan, som skal sikre ro og tryghed i vore byer:
Vi vil standse de nedskæringer på politiet, som regeringen har lagt op til i sit forslag til finanslov for 2008.
Vi vil sikre hurtigere domfældelse og langt hurtigere sagsbehandling af unges kriminalitet.
Vi vil have forstærket indsatsen mod og flere midler til bekæmpelse af bandekriminalitet.
Vi vil have et tættere samarbejde mellem skoler, kommuner og politi om forebyggelse af ungdomskriminalitet.
Vi vil sikre et løft til udsatte boligområder.
Vi vil styrke offerrådgivningen i landets politikredse.
Tungt at vera javnaðarmaður
Tað er eingin ivi um, at tað er tungt at vera socialdemokratur á fólkatingi. Hetta er triðja valskeiðið flokkurin er í andstøðu, og er tað nakað, sum er oyðimarkaferðing hjá einum flokki, so er tað at vera uttanfyri valdið. Aftaná fleiri formanskreppur fekk flokkurin ein nýggjan formann, Helle Thorning Schmith, sum lovaði at ”slå Fogh”. Hetta tykist at vera langt burtur enn, tí flokkurin fór aftur til seinasta val.
Eina ferð kemur tó eitt skifti, men spurningurin er tó nær.
Hinvegin hevur tað týdning, at Føroyar eisini eiga vinir í danska javnaðarflokkinum. Her hava Føroyar havt góðar stuðlar, og vit kunnu rokna Ole Vagn sum ein teirra.